Mynd: jn.fo

So skal grindalógin broytast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

08.03.2016 - 12:19

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú loksins lagt uppskot fyri tingið at broyta grindalógina.

Hóast umstrídda fráboðanarskyldan framvegis skal vera ein partur av grindalógini, so verður revsingin um vantandi fráboðan tikin burtur.

- Hetta grundar Fiskimálaráðið á, at vantandi skylda at boða frá grind kann hava við sær, at grind verður fráboðað ov seint ella als ikki, og tískil kann elva til óskipaðan rakstur og óskipað grindadráp og harvið óneyðuga líðing fyri djórið (hvalin), stendur í viðmerkingunum.

Tó verður møguligt at geva revsing fyri vantandi fráboðan í serligum førum, um onnur brot eisini verða framd á grindalógina.

- Hetta verður gjørt á tann hátt, at um onnur brot eru á grindalógina, ið kunnu revsast, og at viðkomandi samstundis heldur ikki hevur hildið fráboðanarskylduna, verður vantandi fráboðanin at meta sum herðandi umstøða, tá brot skal revsast.

- Onnur brot á grindalógina í hesum sambandi kunnu t.d. vera at halda áfram við drápinum, sum sýslumaður hevur givið boð um at steðga, tá órógvað verður samstundis, sum grind verður merkt til vísindaligt endamál ella hildin til á vanligan hátt.