(Mynd: DR)

Sofie Linde vertur fyri X Factor á TV 2

Sverri Egholm

07.05.2018 - 13:39

Mentan >

Sofie Linde, sum seinastu árini hevur verið vertur í X Factor á DR 1 flytir við, nú TV 2 í januar næsta ár fer at senda stóru undirhaldssendingina.

- Eg elski at gera “X Factor“, og eg gleði meg sera nógv at vera við til enn eitt umfar, sigur 28 ára gamli verturin, sum longu nú hevur drúgvar royndir innan sjónvarp og eisini er væl umtókt.

Tað eru tíggju ár síðani hon byrjaði hjá Danmarks Radio, og árini hava verið fantastisk, men tíðin var komin at royna okkurt annað, sigur hon.

Eisini Thomas Blachman, sum er blivin ímyndin av danska X Factor flytir við yvir á TV 2.

Danmarks Radio hevur sent X Factor síðani 2008, tá 15 ára gamli Martin Ørum vann. Í 2009 vann Linda Andrews, og síðani hava fleiri føroyingar luttikið.