Nógvur vápnaleikur var á Víkingadøgunum í fjør. Nú verður hildið á við sama tiltaki (Mynd: sudurras.fo)

Søga í nýggjum hami: Víkingar hittast til vápnaleik í Hovi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

30.05.2014 - 14:03

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Tað verður sum í gomlum døgum í Hovi, nú Víkingadagar eru á skránni í hesum døgum.

Her er lagt upp til at geva fólki eitt lítið innlit í ein part av tilveruni hjá teimum navnframu víkingunum.

Hetta verður gjørd við ymiskum tiltøkum – millum eisini vápnaleiki fleiri ferðir um dagin.

Forvitnisliga tiltakið byrjaði í gjár, og heldur fram heilt til sunnudagin.

Millum tey spennandi tiltøkini í dag er ein gongurtúrur seinnapartin niðan til Grásteinar og Havgrímsgrøv. Gingið verður framvið Kirkjujørð, har søgnin sigur at fyrsta katólska kirkjan í Føroyum stóð – hesa kirkjuna, ið Leivur Øssurson lat byggja konu síni, Tóru Sigmundardóttir.

Í kvøld koma haraftrat 10 víkingar úr Íslandi og aðrir luttakarar norðanfjørðs, og verður tá hugnaløta í bygdini.

Í morgin verður eisini gongutúrur og onnur tiltøk bæði fyri børn og vaksin, og so enda víkingadagarnir sunnudagin.

At enda kann verða nevnt, at í gjárkvøldið varð ein rúnarsteinur yvir Havgrím og heimsins elsta tingstað avdúkaður, við eitt tiltak har Hergeir Nielsen flutti fram røðu.


Meiri fæst at vita um skránna HER.