Søgan um skiparan á Vesturlandi á filmi

Ingi Samuelsen

10.01.2017 - 08:56

Tíðindi > Tíðindi > Skipasøga

Garnaskipið Vesturland, sum gjørdist vrak í eldsbruna á Føroyabanka um vikuskiftið, varð bygt í 1970.

Tað var Sámal Jákup Jakobsen, skipari úr Hósvík, sum lat skipið byggja til hemara- og laksaveiðu í 1970.

Søgan um henda Sámal Jákup er spennandi, hóast hann var einans 43 ára gamal, tá hann doyði umborð á Vesturlandi.

Søgan um Vesturland, men serliga um uppruna skiparan og eigaran, kann upplivast á einum hugtakandi filmi, ið er algongdur á internetinum.

Tað er abbasonur skiparans, sum eisini eitur Sámal Jákup Jakobsen, ið hevur gjørt filmin, ’Captain of Vesturland’, sum við gomlum filmsklippum og samrøðum við fólk, ið stóðu skiparanum nær, fortelur hesa forkunnugu søguna.

Í filminum hoyra vit eisini søguna um skipið, sum Sámal Jákup hevði áðrenn Vesturland. Njarlingur fekk ein sjógv í illveðri í 1967, og sakk og ein maður sjólætst. Sámal Jákup var skipari. Teir, sum kom frá skipbrotinum við lívinum, vórðu bjargaðir eftir at hava ligið í meira enn eitt samdøgur í gummibátinum.

Fyrsti partur av ’Captain of Vesturland’ sæst á leinkjuni herundir. Annar partur sæst her