Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Søgdu við álopna mannin: Tú hevur fortjent at doyggja

Jens Hákun Leo

11.06.2018 - 17:50

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Fríggjadagin 5. mai 2017 fór tann órættaði til Havnar. Hann hevði havt føðingardag tveir dagar frammanundan og hevði júst fingið frítíðarløn og sett sær fyri at njóta kvøldið í Havnini til fulnar.

Eftir nakrar øl í bilinum á veg til Havnar og nakrar whisky sjussar í Glitnum, fóru tankarnir at leita til eitt ball í Vesturbýnum.

Eftir nakrar uppringingar aftur og fram, endaði tann órættaði í einum balli á Íslandsvegnum hjá tí nú yngra ákærda í Øksarmálinum, sum tá var 21 ára gamal.

Tann órættaði hevði fyrr á árinum verið úti fyri einum ferðsluóhappi, har hann var komin somikið illa fyri, at hann mátti sjúkramelda seg frá arbeiðnum hjá sær í nakrar mánaðir. Ætlanin var, at hann skuldi fara aftur til arbeiðis í juni hetta árið.

Hann arbeiddi sum maskinsmiður.

Permanent óarbeiðsførur eftir eitt kvøld í Vesturbýnum
Lítið visti hann, at hann eftir hetta kvøldið í Vesturbýnum í Havn, skuldi fáa tey boð frá læknanum, at hann nú kom at vera endaliga – permanent – óarbeiðsførur og harvið ikki kundi venda aftur til starvið hjá sær sum maskinsmiður.

”Eg føli einki í hesari hondini, tí ein høvuðsæðr hjá mær varð rakt. Nervarnir, sum stýra hondini, eru burtur. Og tað er hent tvær ferðir longu nú, at eg havi brent meg í hondina, meðan eg havi gjørt mat, tí eg einki havi følt”, greiddi maðurin frá í rættinum í dag.

Tann órættaði greiddi víðari frá um tær sinnisligu avleiðingarnar, sum øksarálopið hevur havt fyri seg.

”Eg minnist, hvat gekk fyri seg ta náttina. Eg síggi tað fyri mær, tá hann kemur gangandi við øksini. Eg minnist ikki, tá hann høgdi, men eg minnist, tá hann kom ímóti mær. Eg havi fingið posttraumatiskt stress av hendingini og noyðist at ganga til sálarfrøðing fyri at fáa hjálp fyri at læra at liva við hesari hendingini”, greiddi tann órættaði frá í rættinum í dag.

”Eg kom til at stoyta øl á gólvið av óvart og bað um orsaka og gav honum (tí yngra ákærda) 200 krónur. Eg vildi sleppa út harfrá og oman aftur í Glitnir, tí tey blivu við at tosa ringt um ein, sum eg kenni. So fór eg út, og hann (tann yngri ákærdi) kom aftaná mær og royndi at fáa meg innaftur”, greiddi hann órættaði víðari frá um tilgongdina, sum førdi til, at teir ákærdu skulu hava lopið á hann.

”Hann (tann yngri ákærdi) leyp so á meg og lá omaná mær og helt mær niðri. Eg sá tá hin (tann eldra) koma við øksini og rópti á hann um for helviti at sleppa mær, tí eg vildi sleppa vekk harfrá”, vísti tann órættaði á í rættinum.

Tú hevur fortjent at doyggja
Men tann yngri slepti honum ikki, og uppi yvir teimum stóðu, sambært tí eina vitninum í málinum, sum kom fyri rættin í dag, nakrir menn og hugdu at uttan at grípa inn. Hetta vóru vinmenninir hjá teimum ákærdu, sum eisini høvdu verið í ballinum í Vesturbýnum hetta kvøldið.

Eitt annað vitni í málinum – ein ung kvinna, sum varð vakt á miðjari nátt av óljóðinum uttanfyri húsið hjá sær – hoyrdi, at rópt varð eftir tí órættaða, at ”tú hevur fortjent at doyggja”, og at ”tú ert eitt ringt menniskja”.

Tann órættaði sjálvur skal hava sagt við ein mann, sum fjáltursstungin var komin úr einum hýruvogni, ið tilvildarliga var komin fram við á Íslandsvegnum/Landavegnum, at ”eg skal doyggja”. Tann órættaði skal tá hava biðið hann um eina síðstu sigarett, eftir at hann hevði upplýst nøvnini á teimum, sum høvdu lopið á hann.

Ein sjúkrasystir var við til at bjarga tí órættaða
Ein sjúkrasystir, sum hevði frí hetta kvøldið, og sum eisini var komin fram við á Íslandsvegnum hesa náttina, skilti álvaran í málinum og ringdi til sjúkrahúsið, meðan eitt annað vitni hevði ringt 1-1-2, og eitt triðja vitni – ein, sum hevði náttarvakt í húsinum hjá Almannaverkinum hesa náttina – hevði ringt til løgregluna og boðað frá.

Sjúkrasystirnin fór úr bilinum at hjálpa til og sá tá nakrar menn standa nær við tann órættaða. Hesir runnu, sambært henni, avstað, tá løgreglan kom á staðið.

Eftir lá tann órættaði, sum fekk hjálp frá sjúkrasystrini, og sum takkað veri henni og løgreglufólkunum, ið komu á staðið, yvirlivdi og kom á sjúkrahúsið í øllum góðum, har hann fekk lívsneyðuga viðgerð.

Ein tíma seinni vóru teir báðir ákærdu handtiknir, eftir at tann eldri av teimum hevði blakað ein knív, sum tann órættaði segði seg hava havt í ryggsekkinum hjá sær, burtur í ein garð nærhendis og roynt at vaska klæðini hjá tí yngra.

Ivasamt um annað vápn enn øks hevur verið við í leikinum
Sera ivasamt er, sambært retsmedisinaranum, sum var fyri í rættinum fyrrapartin í dag, hvørt nakar knívur yvirhøvur hevur verið brúktur í sambandi við Øksarálopið, sum ákæruritið annars leggur upp til. Eftir stendur spurningurin, í hvønn mun tann eldri av teimum báðum ákærdu hevur sært tann órættaða.

Hjá tí yngra av teimum ákærdu, sum í 2015 fekk dóm fyri grovan harðskap, sær meira svart út, tí øll vitni, eisini hin ákærdi, siga seg hava sæð hann svinga niður í tann órættaða við øksini.

Sambært retsmedisinaranum hevur talan verið um eini 16 høgg, sum til samans hava givið 26 skaðar á kroppin hjá tí órættaða.

Les eisini: Vitni í øksarmálinum: - Ein triði maður hjálpti til



beint nú