Hans Andrias Sølvará (Mynd: Norðlýsið)

Søgufrøðingur: Allir føroyingar eru ikki kristnir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

11.03.2018 - 13:54

Mentan > Trúarlív

Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, setur spurnartekin við útsøgnina hjá Heðini Mortensen um grein 12 um trúarfrælsi, sum var at hoyra í sendingini Radarin mikudagin, har hann segði, at allir føroyingar eru kristnir.

- Allir føroyingar eru kristnir siga ávís løgtingsfólk, men tølini hjá Manntal (Trúgv eftir føðilandi og tilflytiári) frá 2011, har persónar yvir 15 ár høvdu høvið at svara, geva eina eitt sindur meira fjølbroytta mynd av trúarlívi føroyinga.

Hans Andrias Sølvará brúkar tølini frá Manntal til at vísa á, at útsøgnin ikki samsvarar við veruleikan:

Persónar tilsamans: 37.965
Kristindómur: 33.018
Islam: 23
Hinduisma: 7
Buddhisma: 66
Jødadómur: 12
Bahá’i: 13
Sikh: 3
Onnur trúgv: 149
Fleiri enn eina trúgv: 85
Onga trúgv: 1.397

Svaraðu: 34.595
Upplýstu ikki trúgv: 2.210
Ikki svarað spurnarblaði: 1.160

Heðin Mortensen kom við útsøgnini í samband við, at hann er formaður í grein 25 nevndini, sum viðger Stjórnarskipan Føroya. Sambært Heðin Mortensen eru fremmandir átrúnaðir farnir at dominera ov nógv.

- Vit síggja í gerandisdegnum, hvussu Evropa sær út, hvussu umskipað alt blívur, og eisini hvussu dominerandi ávísir trúarbólkar verða.

- Eg haldi sjálvur, at hon (grein 12 um trúarfrælsi, red.) kann gott skerpast eitt sindur. Innast inni, haldi eg, at um vit taka samanum, so eru allir føroyingar kristnir, og Føroya land er eitt kristið land, segði løgtingsmaðurin mikudagin.