Søguliga: Fiskidagarnir minkaðir niður í helvt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

13.08.2013 - 19:21

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Løgtingið viðgerð í dag, hvussu nógvar fiskidagar botnfiskaflotin skal hava við Føroyar næsta tíðarskeiðið, og nógv bendir á, at tað verður ein lítil niðurskurður. Meirilutin í Vinnunevndini mælir til, at fiskidagatalið verður skert við 1107 døgum, meðan minnilutin mælir til eina skerjing upp á 624 dagar.

Upprunaliga vóru í 1996/97 yvir 50.000 fiskidagar í skipanini, men við økta veiðutrýstinum hava politikarar skert fiskidagarnar niður í 23.260, sum er óbroytta talið, ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir til.

Meirilutin mælir til eitt fiskidagatal upp á 22.156, meðan minnilutin mælir til 22.636.