Søguligt frímerkjasamstarv millum Føroyar og Kina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

08.09.2017 - 10:24

Mentan > Ítriv - Frímerki

Í dag er ein heilt serlig frímerkjaútgáva á skránni hjá Posta. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt kinverskt listafólk myndprýtt føroysk frímerki.

Tað snýr seg um føroyska ævintýrið, “Teir sjey svanirnir”, sum viðurkendi listamaðurin Li Yunzhong hevur sniðgivið á frímerkjum. Li hevur m.a. teknað frímerki fyri kinesiska postverkið og ST.

Posta hevur í fleiri ár verið við á frímerkjaframsýningum í Kina og hevur áhugin fyri føroyskum frímerkjum avgjørt verið til staðar har. Samstarvið við Li Yunzhong kom í lag á eini slíkari framsýning umvegis ein annan listamann, nevniliga Martin Mörck, sum hevur teknað
og graverað fleiri føroyskar frímerkjaútgávur.

- Vit á Posta eru væl nøgd við úrslitið og verða frímerkini sett til sølu í dag, samstundis sum ein stór altjóða framsýning letur upp í Nanjing, Kina. Har eru vit eisini til staðar og eru sera spent at vita hvussu kinverjar taka ímóti frímerkjunum.

Ævintýrið um teir sjey svanirnir stendur í “Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901, skrivað niður eftir frásøgn frá Jóhan Hendrik Matras á Kirkju.