Søguligur kurvabóltsdystur á Toftum

Sverri Egholm

14.10.2017 - 09:52

Ítróttur > Ítróttur > Kurvabóltur

Leygardagin 14. oktobur verður søguligur dagur hjá nýggja kurvabóltsfelagnum í Klaksvík, Hávur.

Í høllini á Toftum klokkan 19 taka føroyameistarnir Ravnur móti nýggjasta kurvabóltsliðnum í Føroyum, Hávur. 

Hetta verður stór avbjóðing hjá Hávi. Hávur hevur fleiri leikarar, ið enn eru púrasta óroyndir, men saman við teimum hava teir eisini landsliðsleikarar. Ein sera áhugaverd samanseting av royndum og ikki royndum leikarum.

Ravnur, ið suverent vann Trygd kappingina í fjør, má átaka sær leiklutin sum stórfavorittur í morgin. Tó skal sigast, at Ravnur hava mist týðandi leikarar frá í fjør, júst til Háv. Ravnur tapti bert tann eina dystin síðsta kappingarár.

Tað er ókeypis atgongd til dystin.