(Mynd: EPA)

Søguligur olympiskur sigur til Noreg

Ingi Samuelsen

15.02.2018 - 07:47

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

35 ára gamli Aksel Lund Svindal vann í nátt skjótastu OL-kappingina á alpinu skíðbrekkunum í Suðurkorea.

Og hetta er fyrsta ferðin, at Noreg vinnur gull í strok-kappingini.

Sostatt setti norski skíðveteranurin í nátt krúnuna á verkið í eini gyltari leið sum ein av heimsins skjótastu skíðakarum.

Strok – stúrtlop – hevur verið á OL-skránni síðan 1948, men Noreg hevur ikki fyrr vunnið gull í hesi kappingini. Tað gjørdist enntá ein tvífaldur sigur til Noregs, tí vinmaðurin og venjingarfelagin hjá Svindal, Kjetil Jansrud, gjørdist nummar tvey og vann silvur.

Jansrud er í dag kanska ikki so fegin um sítt heiðursmerki, tí hann lá allan vegin framman fyri Svindal í millumtíðunum. Men eitt mistak beint áðrenn málstrikuna gjørdi at seinastu metrarnar av ferðini miseydnaðust.

Tíðtøkan vísti, at hann var 0,12 sekund seinni enn Svindal, sum sostatt vann gull.

Beat Feuz úr Sveits var triðskjótastur.