(Mynd: mmr.fo)

Søkja aftur eftir stjóra hóast 5 umsóknir vóru



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.02.2018 - 14:58

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Mentamálaráðið hevur valt at hava eina endurlýsing eftir stjóra til nýggja Undirvísingarstýrinum.

Hóast Mentamálaráðið hevur lýst eftir stjóra til Undirvísingarstýrið, og at fimm umsóknir vóru til starvið, so hevur Mentamálaráðið valt at endurlýsa. Einki verður sagt um hví starvið verður lýst av nýggjum, sigur KVF.

Undirvísingarstýrið er nýggj eind undir Mentamálaráðnum. Stýrið skal m.a. umsita fíggjarstýringina og tímajáttanina í fólkaskúlanum.

Undirvísingarstýrið hevur ábyrgdina av 80 skúlum og stovnum, og játtanin er tilsamans 900 mió. kr., har meiri enn helvtin verður beinleiðis stýrd fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum.

Nýggja freistin at søkja starvið sum stjóri á Undirvísingarstýrinum er 21. februar.