Føroyingar hava leingi verið ein týðandi partur av manningunum í ymsu pørtunum av Maersk samtakinum, tí hevur sølan av Maersk Oil eisini týdning fyri Føroyar og føroyingar

Sølan av Maersk Oil tryggjar eisini føroysk áhugamál



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

22.08.2017 - 10:11

Oljan >

Nógvir føroyingar arbeiða hjá Maersk Oil, sum nú verður selt til franska Total og hinum dótturfeløgunum, sum Maersk samtakið umhugsar at selja, eitt nú Maersk Drilling, Maersk Supply Service og Maersk Tankers. Nú nýggi eigarin Total hevur sagt frá, at starvsfólkini varðveita síni størv, tryggjar hetta so eisini mongu føroyingunum arbeiðsplássini í framtíðini í hvussu er fyribils. Tað er greitt, at sølan er høvuðs umtaluevni í Danmark í dag, men tað stendur eisini greitt, at sølan uttan iva nemur hjartarøturnar hjá mongum føroyingum, sum trúliga hava tænt hjá Maersk samtakinum. Sølan fevnir so eisini um týðandi sáttmálar, sum Føroya Tele hevur gjørt við Maersk Oil viðvíðkjandi fjarskiftissambandi.

Í langa tíð hevur Danmark verið í eini serstøðu í orkuhøpi í mun til onnur lond í Evropa. Við teimum báðum donsku olju- og gassfeløgunum, Maersk Oil og Dong Energy, sum hava staðið á odda fyri oljuleiting og framleiðslu í danska partinum av Norðsjónum, hevur Danmark verið sjálvveitandi við olju og gassi. Við søluni av fyrst Dong Energy og nú Maersk Oil verða tað burturav útlendsk oljufeløg, sum fara at standa fyri donsku orkuframleiðsluni og útflutninginum av olju og gassi úr donsku undirgrundini. Orsøkin til sølurnar av olju- og gasspartinum hjá teimum báðum feløgunum er tann, at tey vilja fokusera sítt virksemi meira tvs., at meðan Dong burturav fer at leggja eftir varandi orkukeldum sum vindorku, so velur Maersk at halga seg upprunaliga virksemi sítt, nevniliga flutning.

Tað er greitt, at hesar sølurnar broyta donsku orkumyndina. Í 1962 fekk Maersk einkarrætt til at leita eftir og framleiða olju og gass í danska partinum av Norðsjónum, ein avgerð, sum hevur fylt nógv í danska orkukjakinum øll hesi árini. Meðan meirilutin av politisku flokkunum hava mett tað vera til stóran fyrimun fyri Danmark at lata Maersk hesi einkarrættindi, hava tað eisini verið flokkar, sum hava mett tað vera skeivt at geva einum privatum felag einkarrætt og harvið atgongd til stór samfelagslig virði.

Hvussu og ikki so hevur Maersk átikið sær uppgávuna at leita eftir og seinni framleiða olju og gass. Hetta hevur skapt eitt virði til statskassan uppá 415 mia. kr. yvir eitt skeið uppá 35 ár ella so.

Herfyri keypti sveisiska felagið Ineos olju- og gasspartin hjá Dong, ein handil, sum helst verður veruleiki í næstum. Nú er tað so enn eitt útlendskt orkufelag, franska Total, sum keypir hitt danska oljufelagið Maersk Oil. Hesin handil skal eisini góðkennast.

Total keypir Maersk Oil fyri 47 mia. kr. Hetta er tann størsti vinnuhandilin í danskari søgu. Nú dagin eftir at sølan varð kunngjørd gera flest allir danskir vinnumiðlar viðmerkingar til søluna, og flestu teirra eru sera jaligir. Hinvegin eru tað tey, eitt nú politikarar í Einheitslistanum, sum halda, at Maersk Oil her sleppur sær undan ábyrgdini tað tók á seg, tá tað fekk einkarrætt til oljuna í undirgrundini. Hóast ymisk sjónarmið um gongdina, so stendur eftir, at oljuvirksemið hevur verið ein sera góð forrætning hjá Maersk og ikki minst hjá Danmark. Viðmerkjarin hjá Berlingaranum skrivar m.a.: ”Tilsamans eru meira enn 400 mia. kr. komnar inn í statskassan, tí eitt danskt felag vísti initiativ og átók sær eina sera stóra og torføra uppgávu. Teir mongu pengarnir hava verið við til at fíggja vælferðarstatin og spart politikarnar fyri at skula taka sera torførar avgerðir á ymsum økjum. Teir áttu at takkað fyri, at Maersk hevur gjørt tað skitna arbeiðið og tikið tað svarta gullið upp úr Norðsjónum,” skrivar blaðið.

Tá slíkar sølur verða gjørdar lúrir oftani óttin fyri, at útlendskir íleggjarar ikki kenna somu ábyrgd fyri eigaralandinum, sum eitt felag, ið er partur av danska samfelagnum. Her hevur Total sagt frá, at tað ætlar at gera Danmark til høvuðssæti fyri sínum virksemi í hesum partinum av heiminum. Tað ljóðar, at felagið fer at stongja niður skrivstovurnar í Norra. Ístaðin verður umsitingin framhaldandi í Keypmannahavn og í Esbjerg, sum fer at fáa ein uppaftur størri týdning sum havn. Sostatt eru hetta góð tíðindi fyri tey 2800 starvsfólkini, harí eisini fleiri føroyingar, sum arbeiða hjá Maersk Oil í dag.

Nú ljóðar, at Maersk samtakið arbeiðir við at fáa selt onnur dótturfeløg so sum Maersk Drilling, Maersk Supply og Maersk Tankers, har eisini nógvir føroyingar arbeiða.

Nú vit eru við tann føroyska partin í øllum hesum, so er tað eisini eitt kuriosum at nevna, at nú er bara eitt danskt oljufelag eftir, og tað er tað almenna Nordsøfonden, har føroyska Birgitta Jacobsen er ovasti stjóri. Tikið verður oftani til, at føroyingar eru alla staðni, og her verður tað enn einaferð sannað.

Total er eisini kent í Føroyum. Tað var millum feløgini, sum vísti føroyska økinum ans frá byrjan av við eitt nú at søkja um loyvi at skjóta seismikk her. Seinni var tað eisini við í tilgongdini undan 1. útbjóðing. Felagið er annars eitt av teimum mest virknu eystan fyri føroyska markið, har tað saman við danska Dong bygdi út fyrstu gassframleiðsluna á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland, ta risastóru Laggan Tormore verkætlanina, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Sama Total hevur júst staðið fyri eini umfevnandi seismiskari kanningarætlan tætt við føroyska markið og hevur eisini tryggjað sær fleiri nýggj loyvi nær markinum. Um Total við keypinum av Maersk Oil fer at koma uppaftur nærri Føroyum og føroyskum leitivirksemi er torført at siga, men eingin ivi er um, at tey á Jarðfeingi og í UVMR og í Oljuvinnufelagnum sóu fegin, at eitt felag sum Total gjørdist partur av føroysku leitingini og vinnumenningini eisini, nú tað er so virkið hinumerkið markið.

Lat tað eisini verða sagt her, at umfamt teir mongu føroyingarnar, sum arbeiða hjá Maersk Oil og hereftir hjá Total, so hevur Føroya Tele tætt samstarv við Maersk Oil gjøgnum ein av tess fjarskiftiskaðalum í Norðsjónum. Vónandi verður samstarvið við Maersk Oil at halda fram hjá Total og mennast eisini, her ikki minst vestan fyrii Hetland, har Føroya Tele eisini hevur samstarv við oljufeløg sum virka har gjøgnum enn ein fjarskiftiskaðal, Shefa 2.

Maersk oljudreymurin byrjaði í 1962

Her nakað um søguna hjá Maersk Oil:

  • Maersk Oil startede i 1962, da A.P. Møller-Mærsk vandt retten til at udforske og udvinde olie og gas i Nordsøen.
  • I 1975 får Maersk Oil retten til at udvikle oliefelter i Danmark.
  • Maersk Oil er i dag aktiv blandt andet i USA, Algeriet, Irak, Kasakhstan og Angola.
  • I 2015 producerede Maersk Oil 312.000 tønder olie om dagen.
  • Det gav en omsætning på 5,6 milliarder dollar og et underskud på 2,1 milliarder dollar grundet enorme nedskrivninger efter olieprisens fald.
  • I 2005 havde Maersk Oil en omsætning på 4,6 milliarder dollar og et resultat på 1,2 milliarder dollar.
  • Maersk Oil er blevet hårdt ramt af olieprisen og store nedskrivninger på eksempelvis en større satsning i Brasilien, der måtte stoppes i 2014.
  • I 2015 fortalte Maersk Oil, at man vil stoppe produktionen i Nordsøen, hvis ikke man får en bedre aftale med staten.
  • Forhandlingerne med regeringen står på endnu.
  • 21. august 2017 meddeler A.P. Møller-Mærsk, at man sælger sin olie- og gasforretning til en pris af 7,45 milliarder dollar til franske Total. Handlen ventes gennemført i begyndelsen af næste år.

Keldur: A.P. Møller-Mærsk, Maersk Oil og Ritzau