(Mynd: DR)

Føroyingar mugu atkvøða við sms til Melodi Grand Prix í kvøld

Oda Strøm

10.02.2018 - 16:07

Mentan >

Soleiðis atkvøðir tú við sms

Fyri at atkvøða til Melodi Grand Prix í kvøld skalt tú senda sms til 1212. Tað kostar 1 kr pluss sms-takst. Her kanst tú atkvøða eina ferð uppá hvønn luttakara.

Sms-koturnar eru ávikavist: Sang 1, sang 2, sang 3, sang 4, sang 5, sang 6, sang 7, sang 8, sang 9 og sang 10. Carlsen systrarnar hava sang 7.

Legg til merkis, at hevur tú Ver, skalt tú hava pening á tínari Ver-konto.Tú setur pening á ver-kontuna annaðhvørt við at rita inn á Mítt ver ella við at senda sms 100kr til 1990.

Staddur í Danmark? Atkvøð við appini

- Tak niður appina DR Grand Prix frá App Store ella Google Play 
- Opna appina og far inná punktið ”Stem”Áðrenn tú ert klár/ur til at atkvøða, skalt tú gera soleiðis:
- Trýst títt telefonnummar í appina - so fært tú eina kotu umvegis sms
- Trýst so kotuna í appina - so kanst tú byrja at atkvøða.Atkvøðugreiðslan byrjar og endar, tá ið tey siga - tað í sjónvarpinum. 

Mann kann atkvøða eina ferð uppá hvønn luttakara í hvørjari atkvøðurundu. Fyrst eina ferð millum teir 10 luttakararnar. Síðan millum teir tríggjar, sum fara víðari til finalurunduna.