Soleiðis ávirkar summartíðin okkum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 13:24

Mentan >

Ein meiriluti í ES-tinginum hevur atkvøtt fyri at avtaka summartíðina, men avgerðin er ikki endaliga tikin. Parlamentarikarar ynskja, at ES kannar skiftið betri, og broytir reglarnar, um tað er til fyrimun fyri borgararnar.

Tó er tað kommissiónin, sum hevur endaligu avgerðina.

Les eisini: Evropa umhugsar at avtaka summartíðina

Granskarar hava funnið fýra mátar, sum skifti ávirkar okkum.

Neytini verða ørkymlaði
Neyt eru vanadjór, og merkja væl, at bóndin kemur ein tíma fyrr enn vanligt, tá urið verður stilla ein tíma fram um summarið. Neytini verða tí vakt, tí at tey eru von at sova ein tíma longri.

Hetta hevur tó ikki nakra ávirkan á vælferðina hjá neytunum. Tað er líka sum tá tey verða koyrdar út á bøin um summarið. Tað tekur nakrar dagar, áðrenn tað gerst vani.

Vandamikið fyri heilsuna?
Serfrøðingar hava fyrr sagt, at teir stúra fyri, at okkara svøvnrútma verða broytt, tá farið verður til summar- ella vetrartíð.

Hetta kann føra til trupulleikar við evnini at hugsavna seg, og enntá føra til hjartatrupulleikar.

Í 2016 vísti kanning frá Michigan University í USA, at talið av blóðtøppum í hjartanum vaks við 24 prosentumm í døgunum eftir skiftið frá vetrar- til summartíð. Svenskir, týskir og finskir granskarar funnu fram til sama úrslit seinni.

Ein donsk gransking, sum byggir á 18 ára dáta, vísti harumframt, at talið av fólki, sum fáa diagnosuna tunglyndi á sinnisjúkrahúsum í Danmkar, økist við átta prosentum í mánaðinum eftir skiftinum til vetrartíð.

Summartíð gevur D-vitamin
Tá urið er stilla til summartíð eru fólk um okkara leiðir vakin í teimum tímunum, tá sólin er meiri frammi. Tí er størri sannlíkindi, at fáa eitt sindur av D-vitamin frá sólini.

Nógv eru, sum mangla D-vitamin. Tí er summartíðin, við sínum mongu tímum við dagsljósi, ein góður møguleiki at fáa fylt sítt lagur, so at ein hevur nokk av D-vitaminum til veturin.

Sæst aftur í orkubrúkinum
Úr Danmark er komið fram, at Ørsted – fyrrverandi Dong Energy – sá eina broyting í el-brúkinum hjá dønum. Tey seinastu tíggju árini er el-brúkið fallið við áleið 4-5 prosentum við skiftinum til summartíð.

Men el-brúkið veksur aftur um vetrartíðina, so samlað sæð er el-sparinngin ikki serliga stór. Í Danmark sparir ein vanligur brúkari nakrar hundrað krónur.

Kelda: Danmarks Radio



beint nú