Her verða Faroe Music Awards 2014 virðislønirnar handaðar - í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Soleiðis er Faroe Music Awards 2014 skipað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

22.02.2014 - 00:31

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava tikið stig til at stovna FMA, føroysku tónlistavirðislønirnar - ella Faroe Music Awards 2014 - nú Planet Awards er farið í søguna. Tað eru umboð fyri teir tríggjar stovnarnar, sum manna arbeiðsbólkin. Harumframt hevur tónleikaumhvørvið valt tvey umboð í arbeiðsbólkin.

Í arbeiðsbólkinum sita Eyðfinn Jensen fyri Kringvarp Føroya, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið, meðan Sunleif Rasmussen og Ólavur Larsen eru umboð, vald av tónleikaumhvørvinum í Føroyum (t.e. tónleikafeløg, musikkskúlar o.o. sum hava við tónleik at gera).

Arbeiðsbólkurin hevur valt ein samskipara av tiltakinum, sum er Rólant Waag Dam, og hevur sett tríggjar dómsnevndir við tilsamans 15 dómarum.

Tær tríggjar dómsnevndirnar, sum arbeiðsbólkurin hevur sett, hava tilnevnt tónleikarar í 13 ymsum kategorium. Alt frá mest spældu løgunum í loftmiðlunum til klassisk verk, eru millum teirra, ið kunnu fara avstað við endaligu virðislønunum.

Dómsnevnd 50% - SMS atkvøður 50%
Dómsnevndirnar - við fimm dómarum í hvørjum av teim trimum bólkunum - hava arbeitt eina rúma tíð og eru nú komnar til eina niðurstøðu. Allar tilnevningarnar til FMA – føroysku tónlistavirðislønirnar – eru gjørdar. Og nú verður latið upp fyri, at Føroya fólk eisini kann gera sína ávirkan galdandi. Møguligt verður hjá øllum at atkvøða umvegis sms-boð fyri teim tilnevndu.

Vinnararnir verða kunngjørdir á FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum tann 15. mars. Tá hevur dómsnevndin gjørt sína niðurstøðu, og sms-atkvøðurnar verða taldar upp. Dómsnevndin eigur 50 prosent av avgerðini, meðan sms-atkvøðurnar eiga hina helvtina.

SMS-skipanin letur upp seinnapartin í dag. Tað verður kunngjørt á facebook.com/faroesemusicawards

Samanseting av dómsnevnd
Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dómsnevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir, at fólkini, sum vald eru í dómsnevnd, hava eina hampiliga geografiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðsstaðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin metir, at tey eru kompetent og gegnig.

- Hvørji tey fimtan eru, verður ikki almannakunngjørt enn. Men tann 15. mars, tá tað er greitt, hvør vinnur í teimum ymsu kategoriunum, verður eisini kunngjørt, hvør mannar dómsnevndinar. Orsøkin til, at limirnir í dómsnevndunum verða almannakunngjørdir, er fyri at tryggja opinleika, siga tey í arbeiðsbólkinum fyri FMA.

Limirnir í dómsnevndunum vita ikki av hvør øðrum, og hava arbeitt hvør í sínum lagi við sínum tilnevningum. Sostatt hevur eingin felagsfundur verið fyri dómararnar.

- Vit ynsktu, at dómararnir ikki skuldu hava møguleika at ávirka hvønn annan, ella at spekulera við sínum tilnevningum. Tí varð hesin leistur valdur, sigur arbeiðsbólkurin.

Savnandi tiltak
- Arbeiðsbólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at FMA skal vera eitt savnandi tiltak, siga tey í bólkinum.

Fyri at fáa allan tónleikin umboðaðan í tilnevningunum, valdi arbeiðsbólkurin at gera tríggjar bólkar. Popp-bólkurin fevnir um populertónleik í breiðari merking. Tað er eisini populertónleikur, sum mest er útgivið av í Føroyum. Tí hevur arbeiðsbólkurin avrátt, at her eru fimm tilnevningar, samanborið við tríggjar í hinum báðum bólkunum, har ikki heilt so nógvar útgávur hava verið.

Næsti bólkurin er Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin. Hesin fevnir um tyngra rockin og tær genrur, sum annars eru nevndar í heitinum.

Opni bólkurin, sum er triðji bólkurin, fevnir ógvuliga breitt, sum tilnevningarnar eisini vísa.

Arbeiðsbólkurin er sjálvur sloppin at tilnevna í einum bólki. Talan er um bólkin "Ársins nýggi bólkur/einstaklingur". Av av tí, at henda kategoriin fevnir tvørtur um allar tríggjar bólkarnar, hevur arbeiðsbólkurin gjørt av, at hon verður størri enn hinar og telur níggju bólkar og einstaklingar.

Her eru tilnevningarnar:

POPP BÓLKUR


Ársins sangari:

Teitur

Høgni Reistrup

Knút

Jens Marni

Hallur Joensen

Ársins songkvinna:
Greta Svabo Bech
Guðrið Hansdóttir
Guðrun Pætursdóttir Háberg
Døgg Nónsgjógv
Laila Carlsen

Ársins fløga
Byrta – Byrta
Story Music – Teitur
Undirgangstónar – Swangah
Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
With Stars & Legends – Hallur

Ársins sangur
Loyndarmál – Byrta
Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
Rock And Roll Band – Teitur
Heyah – Allan Tausen

Ársins bólkur/einstaklingur
Byrta
Teitur
Greta Svabo Bech
Høgni Reistrup
Swangah

---

ROCK/MÁLM, JAZZ, BLUES OG FOLK BÓLKUR

Ársins sangari ella einleikari

Kári Sverrisson
Jón Aldará
Høgni Lisberg

Ársins bólkur ella einstaklingur
Týr
Hamferð
Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins fløga
Valkyrja – Týr
Evst – Hamferð
Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins sangur
Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Tokan – Marius og Svævar Knútur
Nation – Týr

---

OPIN BÓLKUR

Ársins einleikari ella bólkur
Eivør
Bendar Spónir
Kvartettin í Betesda

Ársins fløga
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Skrímslið, lítla systir mín - Eivør
Bendar Spónir – Hvussu bendir man spónir

Ársins lag/verk
Lurta nú – Eivør
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir

---

Tilnevning frá Arbeiðsbólkinum

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Byrta

Døgg Nónsgjógv

Greta Svabo Bech

The Absent Silver King

LoverLover

Flamma

Allan Tausen

Laila av Reyni

Jákup Lützen