Soleiðis fer heimsins hægsta háhús at síggja út



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

21.01.2018 - 21:16

Tíðindi >

Tá ið tað heili 1 kilometra høga háhúsi, Jeddah Tower, í Saudi Arabia, verður liðugt, verður tað heimsins hægsta háhús.

Í løtuni er Burj Khalifa í Dubai tað hægsta, men Jeddah Tower verður eftir ætlan 72 metrar hægri.

Nýggja háhúsi kemur at kosta góðar 9.7 milliardir krónur, og skal eftir ætlan standa klárt í 2020.

Tað er Jeddah Economic Company, ið stendur fyri byggingini, ið er ein partur av eini størri verkætlan, har fleiri háhús, privat heim, handlar og virkisbygningar verða gjørdir.