Privatmynd

Soleiðis sá selfie við Ronaldo út

Sverri Egholm

10.10.2016 - 22:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein áskoðari kom rennandi inn á vøllin júst sum dómarin skuldi bríksla í gongd á Tórsvølli. Tað eydnaðist honum at fáa eina selfie saman við Christiano Ronaldo.

Trygdin er annars góð til tílíkar dystir, so óvist er hvussu áskoðarin, sum vit skilja er føroyingur við ættarbondum úr Peru, er komin inn á vøllin.

Navnið er Ernesto Ferrari Henriquez og hann skrivar á Facebook, at hetta var besti dagur í hansara lívi.

Hann var rikin av vøllinum stutt eftir hesa serligu myndatøkuna.