(Mynd: EPA)

Soleiðis sær Manning út í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 08:29

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Chelsea Manning, fyrrverandi amerikanski hermaðurin, ið varð dømdur fyri at leka trúnaðarskjøl til Wikileaks, hevur nú kunngjørt mynd av sær sjálvari.

Transkynda Manning, sum er fødd sum drongur, og gekk undir navninum Bradley Manning, fekk 35 ára fongsulsdóm, men varð í týsdagin leyslatin eftir at hava sitið sjey ár av fongsulsdóminum. Barack Obama tók avgerð um at geva henni grið.

Síðani leyslatingina hevur hon havt onkra dagføring á sosialum miðlum, men ikki fyrr enn nú hevur almenningurin fingið loyvi at síggja andlit hennara.

"Okay, so here I am everyone!!" skrivaði hon við einum smílandi emoji og #HelloWorld á Instagram og haðani víðarisent á Twitter.

Les eisini: Varskógvarin Chelsea Maning verður leyslatin í dag