Lars Olsen fyrr í dag saman við venjaranum hjá Malta, Tom Saintfied. Liðini hittast á Tórsvølli 7.september í fyrsta dystinum í bólkaspælinum (Mynd: FSF)

Soleiðis sær skráin hjá Føroyum út

Agnar Frederiksen

24.01.2018 - 16:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar skulu í heyst royna at koma víðari í Nations League. Í nýggju kappingini hjá UEFA eru Føroyar komnar í bólk við Kosovo, Malta og Aserbaijan.

Føroyar spæla tríggar av teimum fyrstu fýra dystunum í Føroyum. Hetta er helst orsakað av veðurlagnum í Føroyum, tí teir seinastu dystirnir verða leiktir um miðjan november. Hetta kann verða við at geva Føroyum eina góða byrjan, tí tað er til dømis munur á at spæla ímóti Aserbaijan í Baku og so á Tórsvølli.

Her er skráin hjá Føroyum:

Fríggjadagin 7/9: Føroyar - Malta
Mánadagin 10/9: Kososvo - Føroyar

Hósdagin 11/10: Føroyar - Aserbaijan
Sunnudagin 14/10: Føroyar - Kosovo

Leygardagin 17/11: Aserbaijan - Føroyar
Týsdagin 20/11: Malta - Føroyar

Annars ljóðar úr Lausanne, har lutakastið var, og har skráin varð løgd, at tað er ein virðing fyri Føroyum í øðrum londum. Venjarin hjá Malta, fyrrverandi venjarin hjá B71 Tom Saintfied, segði við miðlar eftir lutakastið, at Føroyar eru favorittar at vinna bólkin. Úr leguni hjá Gibraltar ljóðar, at teir eru fegnir um, at teir ikki trektu Føroyar.

Lars Olsen segði við okkum fyrr í dag, at hjá teimum snýr tað seg um at raka dagarnar rætt og at spæla upp til teirra besta. Um hetta eydanðist, so var møguleikin til staðar fyri at koma víðari.

Atgongumerki til dystirnar í UEFA Nations League fáast til keyps í nethandlinum hjá FSF:
https://www.atgongumerki.fo/fsf/