(SpaceX)

Soleiðis sær tað út: Tesla-bilur í ringrás um Jørðina

Sverri Egholm

07.02.2018 - 00:34

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Upptøkan omanfyri kundi sæð tilgjørd út, men tað er hon als ikki. Á rakettini, Falcon Heavy, sum SpaceX skeyt upp í kvøld, var ein Teslabilur og ein tilgjørdur bilførari, nevndur "Starman", í oddinum, sum nyttufarmur.

Talan er um bilin hjá stovnaranum av SpaceX og Tesla, og bilurin við og rakettin eru nú í ringrás um Jørðina áðrenn kósin verður sett móti Mars.

Falcon Heavy varð skotin upp frá Kennedy Space Center í Florida, har NASA eisini hevur sent rakettir áður. Millum annað vóru fólk send til mánan har frá fyri umleið 50 árum síðani.

Les eisini: Kraftmikil rakett við Tesla-bili send móti Mars