Mynd: uefa.com

Soleiðis síggja bólkarnir í Evropa League út

Agnar Frederiksen

25.08.2017 - 12:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lutakastið til bólkaspælið í Evropa League hevur júst verið. Trý norðulendsk lið eru við. FCK, ið tapti í playoff-dystinum til Champions League ímóti Qarabag, er fyrst seedað í bólki F. Roseborg vann í gjár dramtiskan 3-2 sigur á heimavølli ímóti Ajax, sum var í finaluni í Europa League í fjør. Triðja norðulendska liðið er Östesunds FK úr Svøríki, ið vann 2-0 heima á PAOK úr Grikkalandi í gjár. Svenska felagið er í gongd við sítt næsta kappingarár nakrantíð í bestu svensku deildini. Everton og Arsenal eru ensku umboðini í ár. Hetta er fyrstu ferð, at Arsenal spælir í Europa League. Fyrsta umfar í bólkaspælinum verður leikt 14. september.


Bólkur A: 
Villarreal, Maccabi Tel-Aviv, Astana, Slavia Prag

Bólkur B: Dynamo Kiev, Young Boys, Partizan Beograd, Skenderbeu.

Bólkur C: Braga, Ludogorets, Hoffenheim, Istanbul Basaksehir.

Bólkur D: Milan, Austria Wien, Rijeka, AEK Athen.

Bólkur E: Lyon, Everton, Atalanta, Apollon.

Bólkur F: FCK, Lokomotiv Moscow, Sheriff Tiraspol, Zlin.

Bólkur G: Viktoria Plzen, Steua Bukarest, Hapoel Beer-Sheva, Lugano.

Bólkur H: Arsenal, BATE Borisov, FC Köln, Crvena Zvezda(Reyða Stjørna).

BólkurI: RB Salzburg, Marseille, Vitoria SC, Konyaspor.

BólkurJ: Athletic Bilbao, Hertha Berlin, Zorya Luhansk, Östersunds.

BólkurK: Lazio, Nice, Zulte Waregem, Vitesse.

BólkurL: Zenit St Petersburg, Real Sociedad, Rosenborg, Vardar Skopje.