Soleiðis var støðan á Nýborg leygardagin

Sverri Egholm

08.01.2018 - 22:14

Tíðindi >

Støðan var hættislig, tá Nýborg fekk ein sjógv leygardagin. Rútarnir brotnaðu, og maskinurnar slóknaðu.

Ein maður fekk so mikið nógvan skaða, at neyðugt var at senda boð eftir bjargingartyrluni, sum flutti hann á Landssjúkrahúsið. Rættiliga ringt veður var á leiðini, og tað var ikki bara nemt.

Tað sæst á upptøkum sum Kringvarpið hevur fingið hendir á. Bjargingarmaðurin, David Sand Davidsen, sum var loraður niður úr tyrluni endaði í tveimum førum á sjónum áðrenn tað eydnaðist at koma á Nýborg.

Sí innslagið og upptøkurnar her