(Mynd: Sóley Samuelsen)

Tveita rusk frá sær uppi á Hamrinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

24.02.2018 - 09:08

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Dálking

- Soleiðis sær mangan út uppi á Hamrinum á Argjum.

Tað sigur Sóley Samuelsen, sum á Facebook ilskast inná, at fólk fara so illa við náttúruni.

- Fólk koyra niðan at eta fastfood. Hesum kann eg væl fylgja, tí útsýnið er framúr. Men at tveita ruskið út úr bilinum, er svínarí.

Hetta fyribrigdi at tveita rusk frá sær er øgiliga vanligt at síggja í føroysku náttúruni. Tó vindur tað uppá seg, at fólk og felagsskapir royna at gera vart við hetta við at taka myndir og video av skrellinum fyri at basa trupulleikanum.

Umhvørvisátakið Ringrás, sum fekk Grønu Gávuna 2017 frá Etika í samband við Umhvørvisvikuna, er ein av felagsskapunum, sum aktivt roynir at varpa ljós á burturblakingina:

Vit tala rødd teirra óhoyrdu og fortelja søguna handan glansmyndirnar. Við skrellisekki í aðrari hondini og myndatóli í hinari sjónliggera vit tann skitna veruleikan, at einki stað á jørð er órørt av dálkandi avlopinum frá heimssamfelagnum, ei heldur Føroyar.