Sølvi Vatnhamar skorar her ímóti B36 í Effodeildini. Hann hevur higartil tvey mál í Champions League.Týsdagin skulu hann og liðfelagirnir so royna at spæla seg víðari til triðja umfar.
Mynd: Bjarni Enghamar/B36

Sølvi Vatnhamar: Helst størsti dystur í søguni hjá Víkingi

Agnar Frederiksen

16.07.2017 - 21:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Týskvøldið kann møguliga gerast størsta kvøld í søguni hjá Víkingi. Um felagsliðið megnar at koma víðari, verður nýggj evropeisk søga skriva. Í 2014 komu Víkingur víðari tvær ferðir í Europa League. Einki føroysk lið hevur megnað at spælt seg víðari í triðja umfar í Champions League. Ein av Víkinga-leikarunum ið var við í 2014, og sum hevur verið við allan vegin, síðani felagið varð stovnað, er Sølvi Vatnhamar. 31-ára gamli miðvallarin sigur soleiðis um fyrireikingarnar til seinna dystin

- Fyrireikingarnar til dystin á Tórsvølli byrjaðu so skjótt vit komu aftur til Føroyar. Hóskvøldið høvdu vit eina lætta restitutiónsvenjing, so hava vit vant í vikuskiftinum, og í annaðkvøld hava vit so eina taktiska venjing.

Sølvi vísur á, at nógv riggaði væl í Íslandi, og at teir fara at spæla dystin á líknandi hátt hesuferð:

- Vit fyrireikaðu okkum væl til dystin í Íslandi, og fingu eisini eitt úrslit, sum vit høvdu vóna at fáa. So vit broyta ikki tað stóra til komandi dyst. Vit noyðast, eins og í útdystinum, at leggja nógva orku í at niðurbróta teirra spæl, og so fáa vit vónandi fleiri umstillingar hesaferð.

Sølvi Vatnhamar varð í fjør valdur til ársins leikara í Føroyum. Hann hevur eisini havt ein lyklaleiklut í Champions League higartil. Tað var serliga eyðsýnt í Kosovo, har Sølvi skoraði tvey mál og legði upp til tvey. Sølvi, sum eisini hevur verið fastur maður á landsliðnum seinastu árini, er vanur við stórar dystur. Hetta er tó ein heilt serstakur dystur fyri hann og hinar víkingarnar:

- Vit síggja fram til dystin týskvøldið við stórum spenning. Hetta er helst størsti dysturin í víkingasøguni, so vit ætla okkum, at gera alt sum vit yvirhøvur megna. FH er eitt sterkt lið, og teir kunnu metast at vera stórfavorittar. Men hóast tað so hava vit Ultras, allar eysturbúgvar og restina av Føroyum í rygginum. Og tað gevur okkum eina uppaftur betri trúgv uppá, at hetta kann lata seg gera.