Sølvi Vatnhamr, ársins leikari hjá monnum 2016 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sølvi Vatnhamar og Rannvá Andreasen blivu ársins leikarar

Niels Petersen

28.10.2016 - 20:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tiltakið Ársins leikari, sum Miðlahúsið og FSF hava skipað fyri seinastu árini varð hildið á Hotel Føroyum í kvøld, og í hesu løtu er kunngjørt, at ársins leikarar hjá kvinnum og monnum eru Sølvi Vatnhamar frá Víkingi og Rannvá Andreasen frá KÍ.

Annars var kvøldið merkt av, at flestu leikararnar sum fingu heiður í kvøld umboða KÍ, og eisini átti KÍ bestu ungu leikararnar hjá kvinnum og monnum. Har vann Jóannes Bjartalíð annað árið á rað.

Ársins dómarar fingu eisini heiður, og fimta árið á rað varð Lars Muller kosin frægastur, og Kjartan á Gravarbø var tann besti dómarin í kvinnukappingini.

Sølvi Vatnhamar frá Víkingi, Klæmint A. Olsen frá NSÍ og Rannvá Andreasen frá KÍ vunnu ikki minni enn tvær greinar hvør.

Sølvi fyri ársins miðvallara og ársins leikara, Klæmint fyri toppskjútta og ársins áleypara og Rannvá fyri ársins miðvallara og ársins leikara.

Her er yvirlitið fyri tey sum vunnu:

Ársins 2016
Fair Play steypið 2016:
ÍF

Toppskjúttin:
Milja Reinert Simonsen - HB - 25 mál
Klæmint Andrasson Olsen - NSÍ - 23 mál

Ársins verjuleikari:
Durita Hummeland - EB/Streymur
Atli Gregersen - Víkingur

Ársins miðvallari:
Rannvá Andreasen - KÍ
Sølvi Vatnhamar - Víkingur

Ársins áleypari:
Milja R. Simonsen
Klæmint A. Olsen

Ársins málverji:
Ana Ivanov - KÍ
Kristian Joensen - KÍ

Ársins venjari:
Alexander Jovevic - KÍ
Sámal Erik Hentze - Víkingur

Ársins dómari:
Kjartan á Gravarbø
Lars Müller

Ársins ungi spælari:
Evy á Lakjuni - KÍ
Jóannes Bjartalíð - KÍ

Ársins spælari:
Rannvá Andreasen - KÍ
Sølvi Vatnhamar - Víkingur