Mynd: Jens Kr. Vang

Sonja hevur longu funnið hurðina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

16.09.2015 - 00:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Stóra stjørnuskotið í føroyskum politikki, Sonja Jógvansdóttir er ikki longur limur í Javnaðarflokkinum, boðar hon frá á facebookprofili sínum seint í kvøld.

Hon bleiv vald inn við heili 1021 persónligum atkvøðum, og hennara politiska dagskrá var púra greið longu frá byrjan. Hon vildi fyrst og fremst broyta hjúnarbandslógina. Hetta var aðalmál hennara. Men í kvøld, bert nakrar tímar eftir fyrsta fund nýggja løgtingsins, hevur hon boðað formanni sínum, Aksel V. Johannesen, løgmanni frá, at hon ikki longur ynskir at vera partur av Javnaðarflokkinum.

Grundgevingar hennara eru í høvuðsheitum, at hon følir seg ikki kunna vera partur av einum flokki, sum blokerar fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum.

Á Facebook skrivar hon, at hon framvegis stuðlar samgonguni, men at tað nú verður sum leysgangari, og ikki sum limur í Javnaðarflokkinum. Hon ætlar ikki at víkja frá politisku dagsskrá síni, og væntar sostatt, at hon ikki sleppur sínum veljaraskara ella vallyftum sínum upp á fjall. Við øðrum orðum, eru virðini hjá Sonju Jógvansdóttir intakt.

- Eg havi alt mítt vaksna lív stríðst fyri javnbjóðis rættindum, og tað stríð fari eg ongantíð at lata nakran politiskan flokk køva, sigur avgjørda tingkvinnan, og hon leggur afturat, at hon hon fór til val uppá eina sosiala dagskrá, og at hon fer at brúka alla tíð og orku til tey mál hon brennir fyri.

- Eg fór til val uppá eina sosiala dagskrá, og fari at brúka alla mín tíð og orku til m.a. at fáa lyft øll børn burturúr fátækradømi, tryggja teimum 2600 kvinnunum í Føroyum, sum liva í fátækraváða, virðilig livikor. Bústaðarpolitikkurin má eisini endurskoðast, og tað má verða møguligt hjá láglønarbólkum, lesandi, støkum uppihaldarum o.ø at fáa góðar og bíligari leiguíbúðir at búgva í. Mín tingsessur skal burturav brúkast til at betra um umstøðurnar hjá øllum teimum, sum hava tað allar truplast í føroyska samfelagnum, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum framyvir verður leysgangari á tingi.