Mynd: Jens Kr. Vang

Sonja Jógvansdóttir: Kendi meg ikki væl í mínum egna flokki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

16.09.2015 - 11:56

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Sonja Jógvansdóttir var í Kringvarpinum á middegi og greiddi frá avgerð hennara at taka seg úr Javnaðarflokkinum.

- Eg hevði seinastu tíðina ikki kent meg væl í mínum egna flokki, og eg kendi meg noydda at fara, segði Sonja Jógvansdóttir og legði aftrat, at hon hevði verið noydd at lagt seg skerflata fyri flokkinum annars.

Javnaðarflokkurin er eftir øllum at døma flokkurin, ið hevur syrgt fyri, at málið um hjúnabandslógina ikki kom við í samgonguskjalið, og tað kundi Sonja Jógvansdóttir ikki taka undir við.

Sonja Jógvansdóttir segði tó, at hon fór ikki at koppa nakrari samgongu, eiheldur fór hon upp í Framsókn, tí flokkurin er ov høgrasinnaður.

Sonja Jógvansdóttir heldur ikki, at at hon fer at hava minni ávirkan, nú hon stendur uttanfyri flokkin, og hevur enn vónir um at sleppa í nevnd.