Sonja í løgtinginum

Sonja Jógvansdóttir: Tøgnin larmaði harðast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 06:53

Mentan > Samfelag & Politikkur > Annað

Vice Danmark hevur havt langa samrøðu við Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu.

Undir yvirskriftini "Sonja er frontkæmper for LGBT-rettigheder på Færøerne, og det er en forbandet hård kamp", tosar Sonja m.a. um sítt persónliga stríð við at koma út sum homoseksuel í Føroyum, tá ið eingin tosaði um tað.

- Eg havi altíð dømt megsjálva harðast, og tað haldi eg flestu samkyndu gera. Tá ið tað varð tosað um samkyndleika, varð tað altíð sæð sum nakað syndarligt og negativt. Tí varð tað eisini lætt at hugsa soleiðis um segsjálva. 

- Eg haldi, at tøgnin larmaði mest. Tað var bara stilt. Tøgnin gjørdi tað trupult. Av tí tað var so tabuiserað, hevur prosessin við at koma út verið so óneyðuga hørð, sigur Sonja.

Sonja sigur í samrøðuni, at tað var ikki fyrrenn hon las í Skotlandi sum 23 ára gomul, at hon fann útav at hon var samkynd. 

- Eg gjørdist tunglynt í Skotlandi. Tað vóru allir teir óloystu spurningarnar um mín seksualitet, sum eg ikki hevði tikið støðu til áður. Sum tannáringur hugsaði eg ikki um eg var samkynd, tí tað var eingin annar. Tað var ikki partur av mínari tilvitsku. Í veruleikanum eri eg eitt sindur flóv um tað, tá eg hugsi aftur. Men eg hugsaði veruliga ikki um tað, sigur Sonja Jógvansdóttir. 

Øll samrøðan við løgtingskvinnuna kann lesast á heimasíðuni hjá Vice Danmark.