74% av almennu stjórunum eru menn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

21.03.2018 - 14:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Sonja Jógvansdótttir, løgtingsfólk, hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýrisfólki, fyrispurning um kynsbýtið í almennu fyrisitingini.

Endamálið við fyrispurninginum er sambært Sonju, at fáa tøl til vega, sum vísa, um javnstøða er í arbeiðslívinum í almennu fyrisitingini.

Spurningarnir Sonja setur eru:

1. Hvussu er kynsbýtið í almennu fyrisitingini, tá ið talan er um stjórar og vararstjórar?

2. Hvussu er kynsbýtið í almennu fyrisitingini, tá ið talan er um deildarleiðarar og leiðarar annars?

3. Hvussu er kynsbýtið í almennu fyrisitingini, tá ið talan er um ráðgevar?

4. Eru dømi um, at munur er á, hvussu lønirnar verða flokkaðar í mun til kyn?

1. Kristina svarar, at flestu stjórar eru løntir sambært lønartalvuni við Tænastumannafelag Landsins, og eru settir sum tænastumenn ella eftir serstøkum einstaklinga sáttmála. Skúlastjórar eru settir eftir sáttmálanum við Føroya Lærarafelag.

Av 111 persónum í hesum bólkum, eru 111 persónar. 82 eru menn, meðan 29 eru kvinnur. Kvinnurnar eru sostatt 26%, meðan menninir eru 74%.

2. Kynsbýtið millum deildarleiðarar og leiðarar annars er 52% menn og 48% kvinnur av 616 starvsfólkum. Men verður hugt eftir teimum deildarleiðarum og leiðarum, sum hava fasta mánaðarløn yvir 34 túsund krónur, er býtið 58% menn og 42% kvinnur av 1077 persónum. Hyggja vit eftir 40 túsund krónur um mánaðin, er býtið tað sama av 565 persónum.

3. Í svarinum verður triði spurningur avmarkaður til ráðgevar og serfrøðingar, sum eru settir eftir sáttmálanum við Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum. Har eru 25 ráðgevar. 13 eru menn og 12 kvinnur. T.v.s. 52 % menn og 48 % kvinnur.

4. Avgerandi fyri løn er í høvuðsheitum útbúgving, starvsaldur og starvsinnihald. Kyn er ikki ímillum tey atlit, sum dentur verður lagdur á, tá ið størv verða flokkaði. Sambært hagtølum hjá Hagstovu Føroyaeru løngarmunurin millum kynini forkláraður við aldri, útbúgving og starvsinnihaldi. Tó er ein óforkláraður lønarmunur á 2,9%.

Kristina leggur í sínum svari dent á, at Fíggjarmálaráðið og tey fakfeløg, sum sáttmálar vera gjørdir við, hava lagt áherðslu á, at lønarlig javnstøða er millum kynini.