Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sonja við andstøðuna: Vísið tykkum sum menn

Sverri Egholm

19.05.2017 - 15:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Um tit ikki vilja javnseta samkynd við hinskynd, sigið sum er. Ikki goymið tykkum aftan fyri eitt misálit, segði Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka kvinna. 

Eftir ætlan skuldi løgtingið annars taka endaliga støðu til spurningin um borgarvígsla, men andstøðan valdi ístaðin at leggja misálit á løgmann. Orsøkin til misálitið er sambært uppskotsstillarunum niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini. 

”Løgmaður hevur ikki virt § 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar.” 

Sambært Sonju Jógvansdóttir, uttanflokka kvinnu, var tað eitt fara ov langt. 

- Tað, sum tit gera nú, er eitt skjóta viðsíðuna av.

Fylg orðaskiftinum her