Danski venjarin hjá Føroyum, Sonni Larsen, hevur sera góðar vónir fyri framtíðina hjá føroyskum hondbólti eftir kappingina í Algeria.
(Mynd: IHF)

Sonni Larsen: Stór virðing og viðurkenning fyri Føroyum sum hondbóltstjóð

Agnar Frederiksen

28.07.2017 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyska ferðalagið er í løtuni á veg heim úr Algeria við nógvum stórum upplivngum í viðførinum. Dysturin í gjár ímóti Svøríki var tó ikki ein av teimum. Høvuðsvenjarin hjá Føroyum, Sonni Larsen, ásannar eisini at liðið var mentalt liðugt við HM eftir 1/8 partsfinaluna ímóit Fraklandi mikudagin. Men Sonni slær fast, at teir hyggja aftur uppá kappingina við stoltleika, at leikararnir eru sannar fyrimyndir, og at teir nú fara at arbeiða hart víðari

- Avrikið og úrsliti í gjár verða skjótt gloymt, tí leikararnir hava víst seg sum framúr góðar fyrimyndir fyri føroyskan hondbólt og føroyskan ítrott í heila tikið. Tað merkir, at vit eru sera ernir av avrikunum, men eisini at hesin hópurin er svangur eftir meira í framtíðini. Hetta merkir, at dreingirnir fara at leggja uppaftur meira fyri - eisini í teirra styrkivenjing.

Tað at føroyingarnir hava gjørt tað so framúr, er ikki bert nakað at fegnast um beint nú. Sonni Larsen er sannførdur um, at Føroyar hava sligið sítt navn fast á tí altjóða hondbóltspallinum, og at hetta kann leiða til nakað stórt framyvir. Harafturat hevur Sonni nógv rós til tey, ið hava verið við í tilgongdini:

- Fyri mín part so meti eg, at framtíðin sær bjørt út fyri føroyskan hondbólt, og at tað er vorðið eitt uppaftur betri vørumerki  eftir HM. Eg merki á mínum altjóða "starvsfeløgum", at tað er ein sera stór viðurkenning og virðing fyri Føroyum sum altjóða hondbóltstjóð júst nú, Og eg trúgvi, at vit bert hava uppliva byrjanina uppá hetta ævintýrið. Tað eru nógv, ið hava stríðst ígjøgnum nógv ár: Millum annað Birgir (Hansen red.) og Kári(Nielsen red.). Og ikki minst liðini og stuðlarnir, ið hava verið við at flutt nakað. Og sjálvandi eisini leikararnir sjálvir. Um føroyskur hondbóltur skal víðari herfrá, og koma uppaftur longur, so er tørvur á uppaftur meira uppbakning frá øllum. Hugsið tykkum hvar vit kunnu verða um nøkur ár, um vit leggja uppaftur meira í tað ?