(Mynd: Moldefk.no)

Sonni Ragnar skrivað undir við Molde



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

12.12.2016 - 12:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sonni Ragnar Nattestad hevur í dag skrivað undir ein trý ára sáttmála við norska felagið Molde.

Tá ið Føroyar spældu móti Sveis 13. november, var venjarin hjá Molde, gamli United-áleyparin Ole Gunnar Solskjær, ein av áðsskoðarunum. 

Sonni Ragnar Nattestad fór stutt eftir dystin í november á vitjan í Norra og hugdi eftir umstøðunum hjá felagnum, og í gjár fór so 22-ára gamli miðvingurin aftur til Norra. 

Sonni Ragnar Nattestad hevur verið til læknakanning hjá felagnum í morgun, og fyri lítlari løtu síðan hava hann og Molde skrivað undir ein trý ára sáttmála.

Molde endaði á einum 5. plássi í bestu deildini í Norra í ár.