Lítlibeiggi Charley Pride á Countryfestivalin í ár

Ingi Samuelsen

07.04.2017 - 07:38

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Lítlibeiggin hjá navnfræma countrysangaranum Charley Pride, Stephen Pride, verður høvuðsnavnið á countryfestivalinum í Sørvági í ár.

Festivalurin hevur júst kunngjørt tey seinastu høvuðsnøvnini í útvarpinum, og her kundi Allan Samuelsen avdúka, at syngjandi lítlibeiggin hjá Charley Pride’s, Stephen Pride, verður høvuðsnavnið, og skal spæla leygarkvøld saman við orkestri sínum.

Ein av góðu upplivingunum á festivalinum í fjør, íslendingurin Axel Ómarsson, kemur aftur til Sørvágs í ár við sínum kompaníi. Í ár fær Axel Ó selskap av Arnar Inga Olafsson, sum er ein ungur sangari, hvørs sergrein er at tulka sangir hjá Johnny Cash.

Hollendska íkastið í Sørvági í ár eitur Music Road Pilots, eitt dugnaligt orkestur, sum spælir kvikan lívligan countrytónleik. Við sær til Sørvágs hava tey dugnaliga enska steel-guitaristin Sarah Jory.

Seinasta útlendska navnið, ið varð avdúkað í morgun er týsku The Lennerockers, eitt orkestur, sum spælir lívligan rockabilly.

Seinni í dag fer ferstivalurin at kunngera skránna fyri ársins festival á heimasíðu síni, country.fo

Grein rættað kl. 09.14