Savnsmynd (Mynd: Jens kr. Vang)

- Sonur mín kundi havt fingið neyðugu hjálpina í 2011

Jens Hákun Leo

16.06.2018 - 00:50

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Tað var ein langur dagur í Føroya Rætti í gjár, tá dómur fall í tí sonevnda Øksarmálinum, ið hevur verið fyri í rættinum síðan mikudagin í farnu viku.

Dagurin í gjár byrjaði kl. 9.15 við einari rættarlæru, ið tók á leið ein tíma, áðrenn nevningatingið trekti seg til tess at viðgera, hvat dømt skuldi verða í málinum.

Í fyrstu atløgu tók tað heilar 7-8 tímar, áðrenn nevningatingið kom fram til, hvørjar paragraffir teir báðar menninar, ið ákærdir vóru í málinum, skuldu dømast eftir. Hareftir nýtti nevningatingið aftur ein tíma ella so til at áseta longdina á dómunum, sum varð sagdur stutt fyri klokkan 23.00 í gjárkvøldið.

Funnir sekir í at hava framt grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini
Endaligi úrskurðurin var, at mennirnir báðir – ein 24 ára gamal maður og ein 22 ára gamal maður - vórðu dømdir til ávikavist 4 ár í fongsul og ein viðgerðardóm á psykiatriskari deild í óásetta tíð.

Teir vórðu báðir funnir sekir í at hava framt grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini. Teir vórðu tó frífunnir fyri ákæruna um, at teir skulu hava framt morðroynd eftir grein 237 í revsilógini.

Verjin hjá tí 22 ára gamla manninum boðaði frá, at hann góðtók viðgerðardómin, meðan verjin hjá tí 24 ára gamla manninum boðaði frá, at hann ynskti at hugsa seg um, áðrenn hann tók støðu til, hvørt hann fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Fer at sita viðgerðardómin í Danmark
Merkisvert var, at bæði ákærin og verjin hjá tí 22 ára gamla manninum vórðu samdir um, at tann 22 ára gamli maðurin skuldi hava ein viðgerðardóm í óásetta tíð. Maðurin kemur at sita viðgerðardómin í Danmark.

Linda Margrethe Hesselberg helt í hesum sambandi fyri, at hon ikki áður hevur upplivað, at ein ákærdur – sum talan var um í hesum føri, hvat ið vit eisini skulu koma meira inn á seinri í greinini - hevur ynskt ein slíkan dóm sum hendan.

Tann 22 ára gamli maðurin varð mettur av ”Retslægerådet” at vera ”normalt begavet”, tó havandi ógvusligar sálarligar avbjóðingar. Hann varð tí ikki mettur at vera egnaður at taka við einum vanligum fongsulsdómi.

Í aðrar márar vóru ákærin og verjin hjá tí 24 ára gamla manninum ikki samdir um, hvussu langur fongsulsdómurin hjá tí 24 ára gamla manninum skuldi vera. Ákærin skjeyt upp, at dómurin skuldi ikki vera minni enn 5 ár, meðan verjin vildi hava dómin at vera eitt stað ímillum 2-2.5 ár. Dómurin hjá 24 ára gamla manninum gjørdist so 4 ár.

Sonurin hevur ongantíð fingið ta neyðugu hjálpina
Sambært pápanum hjá tí 22 ára gamla manninum skuldi tað annars ongantíð verið komið so langt, sum tað kom í gjár hjá soninum.

Eftir at rætturin varð uppafturtikin kl. 19 í gjárkvøldið, og eftir at rætturin hareftir hevði ásett, at menninir vórðu sekir í at hava framt serstakliga grovan harðskap, varð pápin hjá tí 22 ára gamla innkallaður sum vitni til tess at greiða frá, hvussu tað hevur verið at stríðst søkina hjá soninum, sum hevur havt sálarligar avbjóðingar frá barnsbeini.

Herundir greiddi pápin frá tí harðbalnan stríði, sum hann og konan hjá honum hava havt ímillum ár og dag við myndugleikarnar í landinum í strembanini eftir at geva soninum ta neyðugu hjálpina.

”Hann hevur ongantíð fingið ta neyðugu hjálpina (fyri tær sálarligu avbjóðingarnar, sum hann hevur havt). Men nú, síðan hann fór niður til Danmarkar at sita í varðhaldi (tað fór hann í november í fjør), hevur hann fingið tað ræðuliga nógv betri, og hevur hann ment seg nógv á tí kognitiva økinum”, segði pápin, vísandi á, at sonurin longu kundi havt fingið ta neyðuga hjálpina í 2011, um myndugleikarnir høvdu reagerað uppá eitt tilmæli, sum fyrilá tá.

Tann 22 ára gamli helt fyri í rættinum mikudagin í sama andadrátti sum pápin: ”Eg eri øgiliga keddur av, at eg eri her. Hetta skuldi ongantíð verið hent. Men eitt gott er so komið burtur úr hesari rættarsakini, og tað er, at eg og foreldrini hjá mær hava leingi roynt at fingið hjálp til mín uttan eydnu, og nú kann eg so endiliga fáa ta neyðugu hjálpina”.

Tann órættaði fær 37.000 krónur í endurgjaldi
Samstundis sum tann 22 ára gamli ákærdi fær ta neyðugu hjálpina, sum hann og foreldrini – og verjin hjá honum, Jógvan Páll Lassen, skal sanniliga eisini leggjast aftrat – hava ynskt, fær tann órættaði í hesum málinum – ein 38 ára gamal maður – okkurt um 37.000 kr. í endurgjaldi frá teimum báðum ákærdu fyri mist arbeiðsevni og viðgerð hjá sálarfrøðingi.

Endurgjaldskravið var annars 200.000 krónur, men vil tann órættaði hava restina, má hann leggja privata sak ímóti monnunum.

Tann órættaði arbeiddi sum maskinsmiður, men tað er óhugsandi, at hann kemur nakrantíð aftur kemur at arbeiða innan hetta vinnuøki.

Alt vegna ”a moment of madness” (eina stutta løtu, har alt gekk amokk) á Íslandsvegnum klokkan umleið 01.00 tann 6. mai í fjør. Ella sum tey, ið varða av tí 22 ára gamla manninum, helst vildu sagt: alt vegna ta vantandi hjálpina frá myndugleikunum síðan 2011.

Men so skjótt kann alt broytast, eftir at tann 5. mai 2017 annars var byrjaður so gott. Teir báðir ákærdu høvdu hugnað sær í góðveðrinum í Havnini hendan dagin og spákað kring hálvan býin og havt eitt hugnaligt ball tíðliga um kvøldið, meðan tann órættaði var farin í góðum hýri til Havnar at hátíðarhalda 37 ára føðingardagin hjá sær og njóta tað, at hann hevði fingið frítíðarløn fáar dagar frammanundan.

Bæði ákærin og verjarnir báðir kunnu vera sera væl nøgdir við tað arbeiði, teir hava gjørt í sambandi við hetta rættarmálið, og samstundis kann eisini nevningatingið vera væl nøgt við sítt avrik í hesum máli, men eftir stendur meiningsloysið í øllum hesum, og at hetta málið hevur forvolt mongum ógvusliga kvøl og skaða, sum kundi verið umgingin.

Men vónandi kunnu øll tey innblandaðu í hesum máli nú líta frameftir.