Mynd: Marjun Aagaard

Sorgardagur í Suðuroynni

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.06.2017 - 11:45

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Vanlukkur

Ógvusligi eldurin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri ávirkar alla Suðuroynna. Jón Klein Olsen, varaløgreglumaður, segði fyri løtu síðani við Kringvarpið, at alt virkið helst verður kolað upp, tí teir eru steðgaðir at sløkkja eldin. Hann segði eisini, at fólk skulu ikki vera nærri enn ein kilometur frá eldinum. Hann segði, at roynt verður at finna eina loysn fyri, hvar sjúklingarnir á Suðuroyar sjúkrahúsi skulu vera. 

Kringvarpið tosaði við fólk, sum segði, at hetta er ein sorgardagur fyri alla Suðuroynna.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði við Kringvarpið, at stemningurin er heilt niðri. Hann sigur, at virkið hevur verið ein sólskinssøga fyri alla bygdina, Suðuroynna og allar Føroyar, og men í dag er hetta broytt.