Mynd: DR

Sorgarleikur í Danmark: Pápi dripið familju sína, konu og fýra børn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

10.01.2017 - 17:40

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Løgreglan í Eystur Jútlandi í Danmark hevur nú, sambært donskum miðlum, boðað frá í einum tíðindaskrivi í dag, at hon metir, at tað eftir øllum at døma var ein 45-ára gamal maður, sum í gjár drap familju sína, konu og fýra børn, áðrenn hann sjálvur gjørdi sjálvmorð. 

Hendingin fór fram í heiminum hjá familjuni á Amstrup Bakke, sum liggur sunnanfyri Ulstrup í Eystur Jútlandi.

Tað var um middagsleitið í gjár, at løgreglan á staðnum fekk eina fráboðan um, at okkurt óvanligt var hent í húsinum, sum standa í einum friðarligum íbúðarøki á Amstrup Bakke. Løgregla og sjúkrabilar vórðu send á staðið, har tey funnu seks fólk deyð, tvey vaksin og fýra børn.

Tann deyða kvinnan var 42 ára gomul, meðan børnini, tveir dreingir og tvær gentur, vóru 16, 11, 6 og 3 ára gomul.

Løgreglan afturvísir gitingunum, sum hava verið, um at tað var ein gassleki, ið var orsøkin til, at tey seks fólkini doyðu.

Løgreglan vil ikki úttala seg um motivið, ella motivini, handan drápini, ella hvussu fólkini eru dripin.