Sorin Anghel í dysti fyri Víking (Savnsmynd)

Sorin Anghel skal venja AB

Ingi Samuelsen

25.10.2017 - 07:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað verður Sorin Anghel, sum skal venja Argja Bóltfelag, tá felagið aftur verður við í bestu fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

38 ára gamli Sorin Anghel, sum kom til Føroya at spæla fótbólt fyri 17 árum síðani, hevur nú endaliga tikið avgerð um at gevast sum aktivur fótbóltsspælari fyri í staðin at gerast venjari.

Hann fekk hægstu venjaraútbúgving frá FSF fyrr í ár, og hevur nú skrivað tvey ára sáttmála við Argja Bóltfelag.

Síðan fryntligi rumenin kom til Føroya, hevur Sorin Anghel spælt 426 dystir í føroysku landskappingini og skotið 116 mál. Hann spældi fyrst nógv ár fyri EB/Streym, áðrenn hann skifti til AB, har hann eisini eitt skifti var hjálparvenjari.

Seinastu tvey árini hevur Sorin Anghel spælt við Víkingi.

Sorin Anghel avloysir Kára Reynheim, sum venjari hjá AB.