Mynd: SU

Sosialistik Ung: Sálarsjúka er eitt tabu

Hallur av Rana

22.10.2014 - 20:21

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Nógv rumbul hevur síðsti dagarnar verið um eitt grannalag í Havn, ið skal hava savna undirskriftir saman sum mótmæli móti ætlanum hjá Bústøðum at leiga íbúðir út til Almannastovuna, ið skuldi leigast til sálarsjúk.

Men sambært Útvarpinum í dag, so er ivamál um tað nakrantíð hevur verið ein undirskriftainnsavnan í grannalagnum, sum nú hevur finigð eitt serstakliga ringt orð á seg vegna alla neiliga umtaluna tað hevur fingið, bæði í fjølmiðlum, løgtinginum og millum manna.

Í dag hevur ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, so eisini kasta seg inn í kjakið.

Tey skriva í lesarabrævi í dag at:

- Øll menniskju hava rætt til eitt virðiligt lív - tað leggur lógarverk okkara í øllum førum upp til. Men ein kann loyva sær at ivast í, um hetta sæst aftur í veruleikanum, tá fólk kenna seg noydd til at reka fýra ung fólk við sálarligum avbjóðingum úr einum grannalagi.

Tey føra víðari fram, at orsøkin handan hendan illviljan, allarhelst er manglandi kunning frá samfelagnum, ið ger at ávísir samfelagsbólkar verða tabuiseraðir.

Síðani skriva tey:

- Hvat er sálarsjúka? Tað kann vera, tá ein persónur er vorðin óarbeiðsførur við strongd. Tað kann vera ein persónur, ið aftaná ferðsluvanlukku hevur angist, og tað kann vera ein persónur, ið aftaná skúlagongd við nógvari happing hevur tunglyndi.

- Nógvir fordómar eru knýttir at sálarsjúku, og hetta tabu ger, at fólk kunnu hava ilt við at umgangast sálarsjúk. Vit halda næstan, at sálarsjúka smittar, at tey kunnu vera vandamikil ella at tey gera, at tað verður keðiligt at búgva í grannalagnum - men hetta passar ikki. Tað finst einki grannalag í Føroyum, sum ikki longu hevur fólk við sálarligum avbjóðingum – og allar oftast eru hesi fólkini væl dámd, og fólk í grannalagnum eru glað fyri at hava tey har.

At enda vóna tey í SU, at møguligt verður at lata upp fyri vitanina um sálarsjúk, so føroyingar síggja, at tað er einki at óttast.

- Vit í Sosialistisk Ung meta, at óttin fyri tí ókenda er veruligi trupulleikin. Hóast vitanin innan psykiatriina er tvífaldað seinastu 20 árini, er vitanin millum fólk rættiliga avmarkað, og av tí sama eru fordómarnir nógvir. Vit eiga at lata upp fyri vitanini, gera ein enda á fordómunum og virða ymiskleikan. Gera vit tað, verða Føroyar eitt betri stað fyri øll!

- Tað at ein hevur sálarligar avbjóðingar ella er sálarsjúkur, merkir ikki, at ein er sjúkan. Ein er fyrst og fremst eitt menniskja sum øll onnur. Allir teir føroyingar, ið eru sálarliga avbjóðaðir, eru vinfólk, børn, foreldur og systkin hjá okkum, skrivar SU í tíðindaskrivið í dag.


Alt lesarabrævið kann lesast á lesarin.fo ella við at trýsta á her