Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sosialurin: - Ein politistur má forólukkan hava skerpaða fráboðanarskyldu

Sverri Egholm

16.03.2018 - 18:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

- Kunnu fólk við slíkum hugsunarhátti sita á lóggávuvaldinum í Føroyum? Munnu aðrir politistar í Føroyum fara so lætt um narkotika? Er tað tí, at bakmenn ikki verða handtiknir?

Hesar álvarsligu spurningarnar setur ábyrgdarblaðstjórin í Sosialinum, Eirikur Lindenskov, í oddagreinini í dag. Oddagreinin snýr seg aftur í dag um málið um Bjarna Hammer, sum Sosialurin hevur lagt undir at vilja skaffa hassj til ungar kvinnur.

- Øll hava fráboðanarskyldu. Men ein politistur má for ólukkan hava skerpaða fráboðanarskyldu. Virða vit ikki krøvini til politikarar, so fáa vit eina korrupta skipan, stendur í oddagreinini.

Les eisini á dimma.fo: Bjarni Hammer umhugsaði at stinga av landinum