Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sosialurin heldur ikki at tað er ókey

Sverri Egholm

13.03.2018 - 21:28

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Í oddagrein í Sosialinum er málið um Bjarna Hammer aftur til umrøðu. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri spyr “Er hatta ókey Aksel?“. Alt bendir í øllum førum á, at Sosialurin heldur, at tað ikki er ókey.

- Hann er høgtstandandi politikari og álit í donsku løgregluni í Føroyum. Kjarnin í málinum er tí: Er tað í lagi, at ein høgtstandandi politikari og løgreglumaður umgongst hassj og fólk sum smugla hassj á slíkan hátt?

- Tað halda vit ikki, at tað er. Moralsku krøvini til politikarar og ikki minst til løgreglufólk eiga at vera hægri, skrivar Eirikur Lindenskov í oddagreinini.

Eftir, at statsadvokaturin boðaði frá, at hann ikki ger nakað meira við málið, segði Aksel V. Johannesen við útvarpið, at tilmælið um at Bjarni Hammer skal vera í farloyvi úr løgtinginum, ikki stendur við.

Eirikur Lindenskov heitir á løgmann um at koma við eini almennari frágreiðing um hetta málið, áðrenn Bjarni Hammer tekur sæti á tingi.

Les eisini: Sosialurin: Vit hava dokumentatión sum er skrivað

Les eisini: Sakførarin: Persónar vildu fella Bjarna orsakað av fiskivinnunýskipanini

Les eisini: Statsadvokaturin sleppur kanningini av Bjarna Hammer