Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sosialurin: Vit hava dokumentatión fyri tí sum er skrivað

Sverri Egholm

12.03.2018 - 22:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

- Sosialurin hevur dokumentatión fyri tí, sum skrivað er í blaðum.

Tað sigur blaðstjórnin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov og Barbara Holm, í grein í dagsins Sosiali við yvirskriftini “Kom aftur til kjarnuna í málinum”.

Blaðið hevur fingið nógvan kritikk í dag eftir, at statsadvokaturin í morgun boðaði frá, at hann ikki metti at Bjarni Hammer hevði gjørt nakað revsivert, og tí slepti málinum. Í grein í Sosialinum greiða ábyrgdarblaðstjórin og blaðstjórin frá, hví tey valdu at lata løgregluni málið.

- Okkara hægsta raðfesting var at verja keldurnar. Viot hava við ein sera valdsmiklan persón í okkara lítla samfelagi at gera, og óvissa var um hvussu hesin valdsmikli persónurin fór at reagera og brúka sína valdsstøðu tá hann frætti, um søguna, skrivar Sosialurin millum annað.

- Sosialurin hevur í sínum dekningi ikki lagt Bjarna Hammer undir at selja hassj, og Sosialurin hevur ikki aðra dokumentatión fyri, at Bjarni Hammer hevur latið ungu kvinnunum hassj, enn tað, sum kvinnurnar siga, og tað, sum Bjarni Hammer sjálvur sigur í samrøðuni við ungu kvinnurnar.

Fleiri miðlar hava seinastu dagarnar skrivað um at málið skal vera byrjað í Unga Tjóðveldi í sambandi við fiskivinnunýskipanina, sum var í tinginum síðst í fjør. Sosialurin ynskir ikki at svara skuldsetum á “slíkum støði“, sigur blaðstjórnin.

- Seinastu tíðina hava fólk og miðlar roynt at grugga málið við gitingum, illgitingum, og skuldsetingum, sum eitt nú at rógva undir, at Sosialurin skal hava politisk áhugmál í søguni. Soleiðis er ikki, skrivar blaðið.

- Tá ið summir miðlar á óseriøsan hátt royna at niðurgera keldur og boðbera, er tað á so slíkum støði, at vit ikki ynskja at svara slíkum skuldsetingum. Og vit vilja heldur ikki gita ella illgita hesar miðlarfyri at renna ørindi fyri partar í málinum, sum fóðra teir, skrivar Sosialurin.

Les eisini: Sakførarin: Persónar vildu fella Bjarna orsakað av fiskivinnunýskipanini

Les eisini: Statsadvokaturin sleppur kanningini av Bjarna Hammer