Nathaniel Redmond (Mynd: EPA)

Southampton vann sær fyrimun undan næstu hálvfinaluni

Niels Petersen

11.01.2017 - 21:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Southampton vísti, heilt frá byrjanini í hálvfinaludystinum móti Liverpool nógv meira ágrýtni, og tað gav Liverpool stórar trupulleikar. Høgatrýstið, sum Liverpool royndi at leggja á Southampton var at meta sum alt tað offensiva spælið yvirhøvur, sera tannleyst, og lítið effektivt.

Southampton vann bara 1-0, hóast rættari úrslit nokk hevði verið, um heimaliðið fekk eitt ella tvey mál afturat. Í Liverpool kunnu teir takka málverjanum, Loris Karius, sum spældi ein branddyst, og bjargaði, serliga í fyrra hálvleiki, einum gyltum møguleika hjá Nathaniel Redmond, sum longu tá hevði lagt Southampton á odda.

Redmond bleiv einsamallur málskjútti, men var eydnan við honum, kundi hann lættliga hava skotið tvey afturat. Móti dystarendanum fekk hann enn ein møguleika, men skotið raktið tvørtræið, og soleiðis yvirlivdi Liverpool, og kann venda øllum á høvdið tá liðini hittast aftur í seinnu hálvfinaluni mikukvøldið 25. januar. Tá verður spælt í Liverpool.

Manchester United vann sína fyrstu hálvfinalu móti Hull í gjárkvøldið, og tann sigurin kom til høldar á heimavølli. Sostatt skal United verja 2-0 leiðsluna í Hull. Hesin dysturin verður spældur hóskvøldið 26. januar.