(Mynd: EPA)

Southampton var betur enn Liverpool yvir báðar dystirnir

Niels Petersen

25.01.2017 - 22:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Liverpool leikararnir kunnu væl klóra sær í nakkanum og hugsa væl og virðuliga yvir hvussu teir megnaðu at tapa báðar League Cup hálvfinalurnar móti Southampton 0-1. Men líkamikið hvussu teir klóra sær, hjálpir tað ikki ein beinan lort. Southampton var betra liðið yvir báðar dystirnir, og hevði í veruleikanum uppiborið at vunnið við fleiri málum samanlagt.

Liverpool álopið hevur nú, fleiri dystir á rað virkað sera tannleyst, og hini liðini vita av, at pakka tey seg saman á egnari hálvu, so kemur Liverpool ikki við nakrari hóttan, og harafturat er verjan eyka útsett fyri mótálopum. Hetta hava vit sæð ferð eftir ferð í teimum seinastu dystunum, og tað má geva Liverpool venjaranum, Jürgen Klopp grá hár, tí tað gevur í øllum førum Liverpool fjepparum grá hár.

Broytingin frá at vera mest skorandi og sera vælspælandi, til nærum onki at formáa sær er øgilig, og kann tað veruliga vera orsakað av einum einasta leikara, spyrja fleiri. Kann Sadio Mané, sum kom til felagið frá júst Southampton hava so øgiligan týdning fyri Liverpool. Opinlýsa svarið er ja, men møguliga er tað ikki einans heilt har frammi, at størsti trupulleikin veruliga er at finna. Hann er vist nokk at finna á miðvøllinum, ella hjá teimum sum eiga at servera bóltarnir til úthungraðu áleypararnir.

Hvussu er og ikki, so verður tað Southampton sum fer at spæla finalu á Wembley, og tað verður móti antin Manchester United ella Hull. Hesi bæði liðini spæla sína seinnu hálvfinalu í annaðkvøld. United førir 2-0 frá fyrra dystinum, so tað verður lagt upp til eina finalu millum Southampton og Manchester United. Men tað er ikki til at vita. Møguliga kann Hull gera ein óvæntaðan vørr í annaðkvøld.