(mynd: Shutterstock)

Gott at hava hundin sovandi í songini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.02.2018 - 18:45

Tíðindi >

Tað hevur leingi verið almenn vitan, at tað at liva saman við hundi hevur nógvar positivar fylgjur við sær; mann er meira uttandura og kropsliga virkin. Tað fyribyrgir einsemi og gevur økt lívsvirði og minkar um vandan fyri at doyggja av hjartasjúku, og enntá vandin fyri ovurviðkvæmi minkar munandi.

Men at sova saman við hundi er eins gott fyri likam og sál, siga fólkini handan Facebooksíðuna "Hund í familjuni".

Nýggjar vísindaligar kanningar hava víst, at tað er sunt at sova við hundinum í songini. Tætta samveran við hundinum minkar um strongd og angist, lækkar blóðtrýstið og gevur vælveru fyri eigara og hund. 

- Vit hundaeigarar, sum hava hundin í songini, hava altíð vitað av hesum, men tað er altíð deiligt at kunna vísa á vísindaligar kanningar, tá ið óvitandi øtast um okkara neyva samband við okkara kæru ferføttu. Dagarnir eru langir, og tey flestu arbeiða nógvar tímar. Strongd er heilt vanligt, og tað er ein sonn frøði at koma heim til ein, sum tekur ímóti tær í ófalsaðari gleði. Hundurin hevur longst meira eftir tær, enn tú hevur longst eftir honum, sigur Fríða Matras Brekku, ein av fólkunum handan "Hund í familjuni".