Spældi 30 minuttir til HM – fekk fleiri enn 495.000 fylgjarar á Instagram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.06.2018 - 18:44

Mentan > Ítróttur > Fótbóltur

Íslendski landsliðsleikarin Rúrik Gíslason er í løtuni í Russlandi, har hann luttekur í HM í fótbólti. 30 ára gamli Rúrik livir uttan iva sín dreym í løtuni, men fá munnu verða, sum høvdu vænta at hann fór at gerast heimskendur til HM.

Meðan íslendingar fara at minnast góða 1-1 javnleikin móti Argentina, fer heimurin at minnast dagin, tá Rúrik Gíslason traðkaði fram á skermin, tí at heimurin dámdi tað hann sá.

Rúrik, sum umframt at spæla fótbólt við Sandhausen í næstbestu týsku deildini, er umframt sítt yrki sum fótbóltsleikari eisini modell fyri 66° North. Og hansara flotta útsjónd hevði við sær, at hansara Instagram profilur fór frá at hava áleið 30.000 fylgjarar, til í dag at hava 525.000 fylgjarar.

Óansæð hvussu Ísland klárar seg víðari í kappingini, so kann Rúrik heilt sikkurt fegnast um sítt HM.