Tóra Djurhuus, Tórfríði Berjastein og Magni Jóhansson Hansen

Spældu gekk í haganum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

25.05.2018 - 23:03

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Gekkafepurin er øgiligur og næstan hvar ein vendir sær verður spælt. Magni Jóhansson Hansen, Tóru Djurhuus og Tórfríði Berjastein endaðu í kvøld við at spæla í haganum.

Tey avtalaðu fyrrapartin, at tey skuldu fara ein túr niðan á Trælavatn, sum er niðan frá Kambsdali. Onkur teirra hevði longu keypt sær gekk, og tíðin bleiv heldur knøpp hjá teimum áðrenn tey fóru.

Men gekkurin er tøkur umvegis telefon og 4G í dag, so ein skjót avgerð varð tí tikin um at taka gekkaranar við niðan á Trælavatn, so tey kundu spæla har uppi. Nakað av timbri var eisini fingið niðan og tey kyndu eitt bál.

Ógvuliga hugnaligt, men millióningar gjørdust tey so ikki. Kanska tað eydnast betri næstu ferð tá 2,8 millión er uppá spæl.

Les eisini: Apple-pakki og 150.000 krónur til Klaksvíkar