Eitt minniligt HM í Algeria fyri føroyingar, men ikki minni fyri Spania, ið vann finaluna ímóti Danmark eftir umdyst í kvøld.
(Mynd: IHF)

Spania er heimsmeistari - Danmark tapti í dramatiskari finalu

Agnar Frederiksen

30.07.2017 - 20:12

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Spania er nýggjur heimsmeistari á U21-støðið hjá monnum. Hetta er greitt eftir dramatisku finaluna í algeriska høvuðstaðnum í kvøld. Spania vann 39-38 á Danmark eftir longda leiktíð.

Spania hevði eina smala leiðslu uppá tvey mál í hálvleikinum. Danmark kom tó skjótt uppá javnt, og liðini fylgdust tætt restina av dysinum. Danmark var til tíðir á odda við einum málið, og danir høvdu eisini møguleikan at avgera alt til endans. Í seinasta sekundinum fekk Danmark brotskast. Men spanski málverjin bjargaði brotskastinum frá Lasse Møller, ið er valdur til besta leikara í kappingini.

Sostatt fór dysturin í longda leiktíð, og har var sera tætt allar tíggju minuttirnar. Aftur hevði Danmark møguleikan at avgera dystin, men aftur hesaferð gjørdist spanski málverjin hetjan. Fyrst bjargaði hann einum opnum skoti frá vonginum, Danmark helt fast í álopinum, og tíggju sekund fyri tíð leyp vinstri vongurin enn einaferð inn prúa fríur, men enn einaferð bleiv skotið bjargað. Danmark var 7 ímóti 6, og harvið kundu spaniólar kasta bóltin í eitt tømt mál frá egnari hálvu, áðrenn málverjin náddi inná vøllin.

Danir kunnu tí bara vera sera argir. Eftir at hava vunnið á HM-favorittunum í hálvfinaluni, høvdu teir fleiri góðar møguleikar at avgera finaluna, men tóku ikki av. Harvið tapir Danmark U21-finaluna tvær ferðir á rað, meðan spaniólar kunnu stórfegnast eftir sigurin í einari sera spennandi og dramatiskari finaluni.   

Frakland vann fyrr í dag bronsudystin 23-22 á Týsklandi.