22 mai gjørdi spanska fótbóltssambandið, har Fernando Hierro(til høgru á myndini) er Sporting Director, nýggjan sáttmála við landsliðsvenjaran Julen Lopetegui. Nú er vent í holuni.


(Mynd: EPA)

Spania funnið avloysaran hjá Lopetegui

Agnar Frederiksen

13.06.2018 - 14:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgun slepti spanska fótbóltssambandið einari bumbu, tá kunngjørt varð at høvuðsvenjarin Julen Lopetegui, hevði fingið sekkin og varð sendur til hús.

51-ára gamli venjarin skrivaði fyri stuttum undir nýggjan sáttmála við fótbóltssambandið, men varð í gjár kunngjørdur sum nýggur venjari hjá Real Madrid. Lopetegui skal avloysa Zinedine Zidane og skuldi byrja í starvinum, tá hann kom heim frá HM. Men Lopetegui kann beinanvegin byrja sum Real Madrid-venjari.

Avgerðin hjá Lopetegui um at traðkað til í Real, varð ikki tikin í samráð við spanska fótbóltssambandið, ið nú hevur reagera skjótt við at at losya Lopetegui úr starvið og sett fyrrverandi liðformannin Fernando Herro í starvið.

50-ára gamli Hierro  spældi 89 landsdystir fyri Spania og skoraði 29  mál. Hann umboðaði Spania til trý HM-endaspøl(var eisini við í hópinum í 1990). Hierro var leingi liðformaður fyri Real Madrid, og hann bar eisini armbandið seinastu árini av sínari karrieru á landsliðinum. Við Real Madrid vann hann eina rúgvu av heitum, og verjuleikarin og verjukendi miðvallarin er ein legenda í felagnum.

Fernando Hierrro hevur seinastu tíðina verið "Sporting Director" hjá landsliðnum. Hann hevur havt hetta starvið fyrr. Hierro var í venjaratoyminum hjá Real Madrid, tá hann var hjálparvenjari hjá Carlo Ancelotti í 2014-2015. Hierro hevur eisini staðið á odda fyri Oviedo í eitt kappingarár.

Nú verður fyrrverandi stórspælarin av álvara kastaður fyri leyvurnar. Hann fær eina venjing saman við hópinum, og so eru evropameistararnir Portugal á skránni fríggjakvøldið. Hierro skal standa á odda fyri Spania, til endaspælið er liðugt.

Innan seinasta døgnið hevur Lopetegui skrivað undir við gamla felagið hjá Hierro, og Hierro hevur tikið yvir sum spanskur landsliðsvenjari. Tað kann ikki sigast, at talan hevur verið um eina óáhugaverda upptakt hjá spanska landsliðnum.

Les eisini: http://portal.fo/spania+koyrt+venjaran+tveir+dagar+adrenn+hm.html