Spartak Moskva og Liverpool dystast í kvøld (Mynd: EPA)

Spennandi dystur á Anfield í kvøld

Ari av Rana

06.12.2017 - 18:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seinnu dystirnir í síðsta umfari í bólkaspælinum í Champions League verða í kvøld, og serliga er tað spenningur í bólki E.

7 lið hava enn møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, og heili 3 teirra eru í bólki E.

Liverpool liggur fremst í bólkinum við 9 stigum, Sevilla hevur 8 stig, meðan Spartak Moskva hevur 6 stig. Liverpool og Spartak Moskva bresta saman á Anfield í kvøld, og vinnur Spartak Moskva yvirhála teir Liverpool á stigatalvuni. Vinnu Sevilla samtundis móti Maribor, verða tað Sevilla og Spartak, sum fara víðari. Men vinnur Spartak Moskva ikki á Liverpool verða tað Liverpool og Sevilla, sum vinna seg víðari.

Í bólki F hevur Manchester CIty spælt seg víðari, meðan Feyenoord ongan møguleika hava at spæla seg víðari. Shakthar Donetsk, sum liggur á 2. plássi. við 9 stigum, spæla heima ímóti Manchester City, meðan Napoli, sum hevur 6 stig á triðja plássi, spæla á útivølli ímóti Feyenoord. Megnar Shakthar Donetsk at vinna sær stig, spæla teir seg víðari, men tapa teir samstundis sum Napoli vinnur, spælir Napoli seg víðari. Napoli mugu tí vinna fyri at hava nakran møguleika at vinna seg víðari.

Í bólki G hava Besiktas spælt seg víðari. Monaco liggja langt aftast í bólkinum. Spenningurin er tí um tað verður FC Porto ella RB Leipzig, sum spæla seg víðari saman við Besiktas. FC Porto er nummar 2 í bólkinum, meðan RB Leipzig er nummar 3. Fyri at RB Leipzig skal spæla seg víðari krevst, at RB Leipzig fær fleiri stig á heimavølli ímóti Besiktas, enn FC Porto fær á heimavølli móti Monaco.

Tottenham og Real Madrid hava spælt seg víðari úr bólki H. Tottenham hevur 13 stig, meðan Real Madrid hevur 10 stig. Nummar trý og fýra eru Borussia Dortmund og APOEL Nicosia, bæði við tveimum stigum. Hesi liðini berjast tí um at sleppa við í Evropa League kappingina sum nr. 3 í bólkinum. APOEL Nicosia mugu vinna fleiri stig á útivølli móti Tottenham enn Borussia Dortmund vinnur stig á útivølli móti Real Madrid, fyri at vinna sær luttøku í Evropa League.

Dystirnir í kvøld eru hesir:

Liverpool – Spartak Moskva

Maribor – Sevilla

Feyenoord – Napoli

Shakthar Donetsk – Manchester City

FC Porto – Monaco

RB Leipzig – Besiktas

Real Madrid – Borussia Dortmund

Tottenham – APOEL Nicosia