(Mynd: EPA)

Spennandi dystur á Wembley í kvøld

Ari av Rana

07.03.2018 - 16:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Champions League áttandapartsfinalurnar halda fram í kvøld. Í London bresta Tottenham og Juventus saman, meðan Manchester City tekur ímóti Basel í Manchester. Serliga er tað dagsins dystur á Wembley Stadium í London, sum er áhugaverdur.

Fyrri dysturin millum Tottenham og Juventus endaði við 2-2 javnleiki. Juventus legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men ein framúr væl spælandi Harry Kane og ein flott frísparksperla frá Christian Eriksen tryggjaði Tottenham eitt gott útgangsstøði áðrenn dystin í kvøld.

Manchester City fer neyvan at fáa stórvegis trupulleikar við víðari luttøku. Enska stórliðið vann 0-4 á útviølli móti Basel í fyrra dystinum, og tí er lítið og einki at spæla fyri hjá sveisiska liðinum.

Dystirnir í kvøld verða spældir kl. 19:45.